Súlan er góð

Vit elska at eta lundabringur og súlu… ja hvat etur man av súlu. Líkamikið, vit eta súlu ella rættari sagt, nøkur eta súlu og lunda. Verður hugt eftir kropsbygnaði, sæst at fuglur hevur veingir, bein og eygu tvær ferðir og so restin einaferð. Ein kropp, eitt høvd og eitt nev.

Her á klettum dáma vit væl kroppin og brúka hann í mati og matgerði. Restin fer so á vestfallið. Nú er tað jú so, at ein hevur familju uttanfyri hesar klettar og harímillum er onkur av teimum besnissaðu. Tey eru virkin á nýmótans sølustøðum so sum e-bay, og har síggja tey okkara klenodi´ir verða seld fyri munandi meira enn hvat ALV seldi tey fyri her heima. So tað var so einfalt í nøkur ár, kom til Føroya, keyp útstappaðar lundar og sel á e-bay, so er ferðin púra ókeypis.

Nú er tað so at útstappaður lundi er vanvarður, brotnar lætt, fyllir nógv upp og er tískil trupul at flyta. Harumframt er útboðið minka heilt nógv seinastu árini. Men ráð er fyri tíð. Lundanevið er vakurt og tá man fer til Mykinesar, so er at fylla sær posan við nevum. Tey geva eisini góðan prís.

Mítt góða systkinabarn sum er her á vitjan í løtuni, fór í góðveðrinum at spáka á Sørvágssandi. Har er altíð møguligt at finna eitthvørt spennandi og hetta góðverðurskvøldi var eisini fongur. Ein deyð súla lá á sandinum. Nú var at gera skjótt av, renna niðan og kanna e-bay. Jú mín sann, súlunev fara fyri 60£ og eitt googl aftrat, tað er trupult at fáa høvdið frá kroppinum. So best var at taka eina sag og so oman gjøgnum bygdina oman á sandin at skilja høvur frá kroppi.

Nú kunnu sørvingar spekulera uppá hví súlurnar onki høvd hava, systkinabarnið er farin at rota høvdið og um skamma stund fer onkur breti fegin at seta sítt súlunev á chatollið.

Fjølmiðlakommisión

Nevnd er í dag sett at viðgera framtíðina í Kringvarpinum. Tað er ongin orsøk at seta slíka nevnd,  tí fyri stuttum var kreppa í kringvarpinum og tá var spurt út til fólkið: “Hvat vilja tit hava” og svarið var

“Vit vilja hava meira Zacharis”

Kirkjan er eitt gamalt tómt hús

Tey á Argjum ætla at byggja eina kirkju ístaðin fyri hana tey hava.  Tað kunnu verða fleiri orsøkir til at kirkjufólkið á Argjum heldur seg treinga til nýggj hølir.

Sum kirkjuskattagjaldari kann eg væl loyva mær at hava eina meining um hetta og hon er at tíðin er farin frá at byggja nýggjar kirkjur sum standa tómar. Tað kostar fleiri milliónir krónir at stoypa ein slíkan bygning og pengar kunnu bara brúkast einaferð, so tað sum fer í betongið fer ikki í sálmasangin. Tað ringasta er tó, at kirkjan nærum bara er opin sunnudag og tá bara í ein tíma.  Minsta krav til hølir í dag eigur at verða at tey verða brúkt hvønn dag. Tað standa sum er ein rúgva av bygningum, almennir og hálvalmennir, sum standa tómir í fleiri tímar vikuliga. Minsta krav er tí, at kirkjan á Argjum, um nýtt skal byggjast,  kann vísa á, at hølini fara at gerast dagligur karmur um virksemi á Argjum og ikki bert fara at standa til pynt mánadag til leygardag.

Lat hurðar upp, ger borglið breið

Bretar reisa standmynd av Jimmy Hill

(Henda blogga var fyrstu ferð prenta í 07-Vestur leikskránni)

Tað er ikki bara her heima at standmyndir og minnisvarðar verða reistir. Í Englandi hava fólk tikið stig til at reisa standmynd av Jimmy Hill. Standmyndin skal standa uttanfyri Ricoh Arena sum er heimavøllur hjá “The sky blues” sum Coventry City Football Club eisini verður nevndur. Jimmy Hill er ikki hvør sum helst í enskum fótbólti. Hann er allarminst kendur fyri at hava leikt 300 dystir við Fulham í 1952 og nøkur ár fram, og hann er allarhelt allarmest kendur fyri at verða sjónvarpsvertur í øllum møguligum fótbóltssendingum. Seinastu árini hevur hann verði at sæð á Sky Sports har hann saman við øðrum kennarum hevur kjakast um fótbólt. Nú er aldurin farin at bila hjá Jimmy Hill, so hann hevur ikki sína egnu sending longur.

Tað kom verulig ferð á lívsleiðina hjá Jimmy tá hann legði gaggurnar á hillina. Sum 33 ára gamal bleiv hann venjari hjá Coventry City, sum tá spældi í triðbestu deildini. Arbeiði sum venjari var krevjandi, tí hann mátti bæði yrkja nýggjan felagssang og menna dystarskránna, so Coventry var fyrsta felag sum gav viðhaldsfólkunum eina veruliga leikskrá. Tað var ikki nokk fyri Jimmy, sum eisini ynskti at áskoðararnir møttu stundisliga til dystin. So hann fann eisini uppá at skipa fyri undirhaldi áðrenn dystarbyrjan og mín sann helt hann at tað skuldi bara verða sitipláss rundanum vøllin, so Coventry kann eisini reypa av at hava tann fyrsta “all-seater” leikvøllin. Sjálvt um Jimmy Hill megnaði alt hetta, so megnaði hann eisini, sum venjari, at fáa liðið at flyta upp í bestu deildina. Coventry flutti upp í 1967 og var í bestu deildini fram til 2001. Jimmy Hill valdi nú ikki at venja felagið í bestu deildini og helt tíðin var búgvin at leita sær aðrar avbjóðingar. Sjónvarpi var byrja at senda fótbólt og var Jimmy Hill við til allar týðandi kappingar frá 1966 til 1998. Tað var eisni hann sum fann uppá at brúka serfrøðingar í sjónvarpsstovuni. Tað var í hesum tíðarskeiðnum at hann gjørdist fólkaogn.

Í 1975 møttust Coventry City Football Club og Jimmy Hill aftur. Hesaferð var Jimmy Hill formaður í nevndini og enn einaferð megnaði hann at seta dám á. Coventry var sum oftast í niðurflytingarvanda og tey 34 árini teir vóru í bestu deildini, var tað meira enn 10 ferðir at lagnan var avgjørd á seinasta leikdegi. Ein slíkur lagnudystur var tað á seinasta leikdegi í 1976/1977 kappingarárinum. Coventry møtti Bristol City, meðan Everton og Sunderland spældu hin lagnudystin. Kravið var, at Coventry fekk fleiri stig enn Sunderland. Tað var nógv ferðsla hendan dagin og Jimmy Hill sá kjansin at útseta dystin 10 minuttir so allir áskoðararnir fingu allan dystin við. Tá tað í seinna hálvleiki frættist at Everton hevði vunnið 2-0, var tað nokk at Coventry fekk javnleik í sínum dysti. Støðan var framvegis 0-0, og seinastu minuttirnar lat Coventry bara bóltin trilla runt í verjuni. Jimmy gjørdist ongin hetja í Sunderland og gott 20 ár seinni noyddist hann at fara frá dystinum Fulham – Sunderland við politiverju. Bretar gloyma ikki slíkt.

Nakað av tí sum bretskur fótbóltur var kendur fyri í 80-num var trý-stigs skipanin. Har var avgjørt at javnleikur gav eitt stig, men vunnin dystur gav trý stig. Hvør mundi upprunin til hesa broyting? gita einaferð: Jimmy Hill. Tað var í 1981 at bretar løgdu um til trý-stigs skipanina. Tað er sjálvandi púra greitt, at ein slíkur megnarmaður sum Jimmy Hill sjálvandi hevur uppiborðið at fáa reist standmynd og tá hann er hetjan í Coventry, so stendur standmyndin sjálvandi best har. Nú er at vóna at tey í Coventry ikki lesa Norðlýsið, tí so er vandi fyri at tey reisa eitt 7 metur høgt trýtal til æru fyri hann. Men ivast teir í at seta eina bustu av Jimmy upp, so kunnu teir lata hann verða órakaðan, tí sjálvandi var Jimmy Hill fyrsti fótbóltsspælari í nýggjari tíð (1950-ni) sum rann inn á vøllin við skeggi.

Bolton vann 1-0 á Blackpool

Alt var betur fyrr, og í trýssunum var Blackpool eitt av teimum góðu liðunum í Englandi, teir spældu í 1. deild sum var besta deild tá, og sjálvt um teir ongantíð vunnu nakað, so er Blackpool kortini eitt av undangonguliðunum tá talan er um nýmótans fótbólt.

BBC byrjaði at senda sjónvarp longu í 1936, og gott ár seinni var fyri fyrstu ferð sjónvarpaður fótbóltsdystur. Hetta var vinardystur millum Arsenal og eykaliðið hjá Arsenal. Hetta at sjónvarpa fótbólt var tó ikki nøkur succés, so tað var bert FA-cup finalan og árligi landsdysturin millum England og Skotland sum blivu sendir. Tá bar ikki til at senda beinleiðis, so dystirnir vóru vístir um kvøldið.

Í 1955 vóru ljósannleggini so góð, at til bar at spæla fótbólt á kvøldi og samstundis taka upp til sjónvarp. Tá byrjaði Europa Cup og kappingarneytin hjá BBC, ITV sá møguleika at vinna hyggjarar við at sjónvarpa fótbólt. BBC svaraði tó beinanvegin aftur og næstu árini vóru sendingar so sum “Match Day” o.a. har til bar at síggja brot úr dystunum. Hetta minnir ikki sørt um sendingina 3-2 hjá Kringvarpinum.

Í sekstiárunum var sjónvarpstøknin vorðin so lagalig, at til bar at senda beinleiðis sjónvarp uttanfyri sjónvarpsstovuna. Hetta gjørdi stjórin á BBC2, Sir David Attenborough, sær dælt av og fór at senda snooker beinleiðis. David Attenborough og onnur sóu stórar møguleikar at sjónvarpa beinleiðis fótbóltsdystir til hyggjarnar, og enn einaferð gekk ITV undan. Teir gjørdu sáttmála við enska fótbóltssambandið um at sjónvarpa beinleiðis. Ætlanin var at varpa út 26 dystir gjøgnum kappingarárið, og var fyrsti beinleiðis dystur sendur leygardagin 10. september 1960 kl. tíggju minuttir í sjey, tá Blackpool møtti Bolton. ITV sendi beinleiðs frá endanum av fyrra hálvleiki og allan annan hálvleik. Sum tit nokk longu vita, so vann Bolton 1-0.

Fótbóltsfeløgini dámdu illa at dystir teirra vóru varpaðir beinleiðis í sjónvarpinum. Tey stúrdu fyri at áskoðarnir fóru at sita heima og at hetta fór at gera enda á fótbóltinum. Arsenal og Tottenham noktaðu ITV at senda og so var henda avtala strika. Men nú var skriðan lopin og tað gekk ikki long tíð, so var aftur farið at senda beinleiðis sjónvarp. Tó hevur tað í Englandi verði so at dystirnir leygardag kl. 15.00 ikki verða sendir beinleiðis. Hesir dystir verða tó sendir beinleiðis í Føroyum, og tað er mangur maður sum situr klistraður til skermin leygardag seinnapart.

Tað sum veruliga hendi var tó júst tað mótsatta av forsøgnunum hjá Tottenham og Arsenal. Fólk tysjaðu til dystirnar, samstundis sum fleiri nýttu høvi at sita heima og hyggja eftir sjónvarpinum. Í dag hýsa størstu leikvallir yvir 70.000 áskoðarir og fólk ferðast langvegis frá at síggja dystirnar. Fótbóltur er big-business og størsti partur av inntøkuni í dag eru sjónvarpsrættindi og søla av troyggjum o.l.

Í Føroyum verða bert landsdystir og steypafinanalan sjónvarpaði beinleiðis. Samandráttir av dystunum í Vodafonedeildini eru í sendingini 3-2 mánakvøld. Støðan í 1. deild, har 07-vestur spælir er tó betur. Aldursforsetin TB er fari at senda beinleiðis av Sevmýru gjøgnum internetið. TB-studio vísti dystin TB-KÍ og avoyggjasuðringar kunnu nú fylgja við liðnum hjá sær óansæð hvar í verðini teir eru staddir. Nýmótans tøkni er bæði løtt at brúka, bílig at keypa og góðskan er góð. Tað er væl bara ein spurningur um tíð inntil 07-Vestur fer at varpa dystir sínar beinleiðis á netinum. Hetta kann verða felagnum at gagni, tá tað ber til at økja um áhugan fyri felagnum og kann hetta verða við til at fylla setrini niðri á plenuni í Sørvági.

Góðan dyst

(Hetta er blogga til dystarskránna hjá 07-vestur 1. mai tá teir spældu móti TB)

Karmar – ramraK

So fekk Føroyar ein karm – ikki ein av hesum peturskelsku – sum krevja útsynning og pedagogdrakt. Vit fingu ein fíggjarkarm og tað var ikki sum hjá Joakim von And, ein svimjitúrur í pengum.

Ein føroyskur fíggjarkarmur er settur saman av fýra tingum.

1: Ein karmur frá í fjør
2: Eitt sindur av tillaging
3: Tiltøk
4: Ein runda av sparing

og karmurin 2011 er júst hetta. 300 fleiri skulu ganga í miðnámsskúla og vupti so passa pengarnir. 50 færri skulu hava døgverða frá Lágargarði og hopla so fekk kokkurin ein oksafjórðing minni at hugsa um. So hyggja vit í avgjaldskatalogið og uppdaga at nú er langtsíðani at avgjaldið á diesel hækkaði seinast. Smekka 55 oyru á har.  Eitt vet av barsilsgjald manglar í og so avtaka vit minstulønina. Nú er karmurin vorðin eitt vet størri enn í fjør og vit seta høvilin á, inntil hann er áleið sum síðsta ár.

Ársins karmur er fyrsta roynd at gera fíggjarlóg eftir nýggjum leisti og má eg viðganga at uppskotið er hepnast heilt væl. Har eru gjørdar royndir á nokkso nágreinaðum støði um hvussu landsins útreiðslur hætta sær næstu árini. Samstundis er semja um nøkur tiltøk, hissini sprell av nýggjum, og sjálvt um tey flestu eru nokkso fitt og væntandi, so torir samgongan at seta tilfeingisgjald á listan, saman við avtøku av minstuløn og sjómannaskattalætta. Tað sær ikki øgiligt út á pappírinum, men kortini krevur tað nokk politiska gjøgnumslagskraft at gjøgnumføra hesi átøk.

So alt í alt kundi man verði væl nøgdur, eitt gott umsitingarligt arbeiði og okkurt smávegis politiskt fingramerki. Men man er ikki 100% tilfreds kortini. Har er akkurát sum um okkurt manglar.

Við nærlagni sæst at stuðul til pápar sum gjalda barnapengar fer úr 8 milliónum upp í 9 og so í 10,5 og so 11. Sama við eftirløn til postmenn. Fer úr 5 til 6 til 7 til 8 milliónir í 2015. Og hvat so?

Fleiri síður við endaleysum talvum og fótnotum fortelja okkum hvussu landið fer at síggja út næstu árini um vit koyra eftir sama vegi. Og tað er har trupuleikin er. Har er snøgt sagt ongin politikkur í. Bara bókhald.

Eg vildi heldur ynskt at man gav landsstýrisfólkunum pengarnar tey hava at ráa yvir og biða tey so húsast við teimum. Nei tú, karmurin leggur upp til at Dahl skal spara 1 millión á Heilsufrøðiligu Starvsstovu.  Dahl fær 291,9 milliónir til vinnumál og man burdi havt tað álit á Dahl at hann nokk skuldi funnið útav at brúkt 291,9 milliónir sum best á sínum øki. Hví skal man sita í februar og mars og togast um detaljurnar, tá endamálið við fíggjarkarminum er at leggja teir stóru linjurnar.

Ein av misálitisrøðarunum røddi um hetta, at alt ov nógv ítøkiligt endaði við ongum. Reform aftaná reform hevði man havt uppi at vent, men einasta sum var reformera var afturlatingartíðin hjá Rúsuni. Sagt var, at í øðrum londum løgdu ráðharrar frá sær tá tey fingu politisk tap, men her heima ger tað onki um ein samd samgonga sendir uppskot til løgtingið at havna. Og tað er júst har trupuleikin er politiskt. Ongin landsstýrisfólk leggja frá sær av politiskum ávum. Her heldur man bara fram við næsta reformi og triðja. Vit áttu kanska at bygt upp ta mentan at man tók avleiðingarnar av manglandi politiskari uppbakning og lat onnur sleppa í ráðharrasessin.

Ein annar av misálitisrøðarunum helt at samgongan var lítið at sær komin. Uppskot aftaná uppskot hevði ikki verði til løgligt eftirlit og hoyringsfreistir uppá 4 dagar og annað vána handverk merkti at bæði góðskan og virðingin fyri lógarviðgerðini var lítil. Trupuleikin er bara tann at her á tingið brúkar samgongan sína makt til at leggja øll lógaruppskot fram beint aftaná seinasta framløgudag, og andstøðuuppskot verða konsekvent feld. Andstøðan brúkar alla sína orku uppá at spyrja spurningar og seta fram uppskot sum verða feld og so atkvøður andstøðan altíð ímóti samgonguni. Tann stóri trupuleikin er at tað er líkamikið hvør er andstøða og samgonga. Her skuldi alt tingið tikið seg um reiggj og fingið samlaðu góðskuna upp. Hvat við at avmarka talið av spurningum, hvat við onkuntíð at stemma ja til skilagóð uppskot hjá hinum partinum og gev so uppskotum tað tíð tað krevur at fyrireika tey.

Vit borgarir landsins vita gott, at tað verður ikki petti betri at skifta landsins leiðslu út, tí støðan verður akkurát tann sama, sama um tað er ABC, BCD ella EDB. Tað sum vit vilja hava, er politikk av tí góða gamla slagnum, har man ikki er bangin fyri at ganga undan, har man er sakligur og visionerur.

Tí var komedian í dag eitt stórt misálit á alla tað politisku skipanina.

Bjóða Tinu K Jakobsen í ólavsøkuskrúgonguna

So upprann dagurin, mánadagurin 8. mars sum fyri mítt viðkomandi byrjaði væl. Vit vaknaðu øll úr svøvni glað og drongirnir óti fróir sínar amerisku morgunmatarringar søtaðar við hunangi og føroyska lættimjólk afturvið. Babba fór beina leið til arbeiðis og var fyrsti maður (menniskja) á stovninum og tendraði kaffimaskinuna. Tá næsti maður (menniskja) møtti fegnaðist hon um nýkókað kaffi. Tað gekk skomm stund so var húsavarðafrøðingurin á gátt. Flagg okkara Merkið, bar hann í kneppinum og smeyg hann sær útum at heysa flaggið í húnarhátt. Vit spurdu hvat var á vási nú vit vóru vitni til ein hátíðardag. Jú tað var 8. mars, altjóða kvinnudagur og tí skuldi tað almenna flagga í fullari stong.

Flagglógin sigur nær tað almenna skal flagga, men allarhelst er ein feilur í hesi lóg. Vit flagga fyri teimum kongaligu, fyri gud og jesus, flagga fyri norðurlendsku tjóðdøgunum, enntá tí samiska. Vit flagga eisini fyri ST, arbeiðaranum, teimum sjólætnu og kvinnunum. Fyri nakrar flaggdagar er ískoytisorð sett í klombrir (á hálvari stong) og tað er allarhelst ein feilur at tað almenna ikki flaggar í klombrum 8. mars. Ella kanska hugsar tað almenna at tað er í lagi at flagga fyri kvinnum ein dag um árið, restina av árinum eiga mennirnir.

Men kanska vit skuldu, eftirsum eg eri maður, hugt eitt sindur til mennirnar 8. mars eisini. Tað er soleiðis, at tað dagliga fer fram ein diskriminering av monnum. Ein diskriminering, sum tað almenna kundi gjørt nakað við, uttan at tað kostar nakað stórvegis í pengum. Dag og dagliga møta tey ungu at nema sær lærdóm á hægri undirvísingarstaðið. Tey gerast bachelors (gamlir dreingir) og fara út í samfelagið at gera heimsins mest týdningarmikla starv. Tey fara inn á skúlarnar, dagstovnarnar, á sjúkrahúsið og eru um tey sum hava serligan tørv. Vit tosa um tey sum uppdraga okkara børn, eru um tey sjúku og gomlu. Tey sum Kaj Leo plagar at tosa um, fyriuttan Bóndarnir sjálvandi.  Setti meg at telja upp fyrr í dag hvussu kynsbýtið var millum tey lesandi á Føroya Læraraskúla. Fordómar ella ei, nærum øll sum lesa námsfrøði eru kvinnur. Ein stórur partur av teimum sum lesa til lærara verða lærarinnur. Støðan á sjúkrarøktarfrøðiskúlanum er neyvan betur. Onki næmingayvirlit er, men á starvsfólkalistanum eru bert kvinnur. 100% sjúkraSYSTIR og 100% fiasko.

Eg havi sjálvur verði vitni til at synirnir hjá mær eru blivin 4 og 2 ár. Teir hava verði á føðideildini, vøggustovu og barnagarði. Framvegis hava teir ikki møtt einum mannligum starvsfólki á síni lívsleið. Men sjálvandi vita teir hvat menn gera, teir eru politiskar allir bandin, fyriuttan teir sum eru røvarir. Eg havi sum so onki ímóti at teir ganga á stovnum har bert kvinnur starvast, vildi tó trúð at stovnurin, bæði sum arbeiðspláss og verustað hjá børnum, vildi havt gagn av tí fjølbroytni tað er at størri javnstøða er.

Tað er so, at Javnstøðunevndin kann gera nakað við málið. Hon kann fyri tað fyrsta eggja skúlunum at gera nakað við hetta at bert kvinnur søkja inn á áðurnevndu útbúgvingar. Javnstøðunevndin hevur enntá víðar lógarheimildir at loyva diskriminering, tá tað gagnar javnstøðuni, og eg haldi absolutt, at javnstøðunevndin og Fróðskaparsetrið skuldi tikið stig til, at tað var gjørt eitt slíkt átak í nærmastu framtíð. Bæði lýsingarherferðir og upptøkutreytir kunnu verða rættaðar móti at fleiri menn sleppa inn enn kvinnur. Hetta vildi eg ynskt var avdúkað 8. mars 2010.

Í 100 ár hava kvinnurnar kempa, úrslitið er sum sagt at teir hava fingið ein flaggdag. Men tað almenna kundi gjørt meira. Løgtingið kundi valt at víst á, at teir taka kvinnustríðið í álvara og teir virða tað arbeiði sum higartil er gjørt. Hvørt ár er skrúgonga úr Løgtinginum oman í Dómkirkjuna. Góðan tíma seinni verður spáka hinvegin. Tað er Stýrisskipanarlógin sum krevur at henda skrúgonga skal gangast. (§10, stk. 2) Í paragraffini sæst at løgtinsfólk, landstýrisumboð og embætismenniskju ganga hesa skrúgongd og tað er formaðurin sum avgerð hvørji embætismenniskju kunnu sleppa at ganga við. Í ár 2000 spákaðu 71 fólk í hesi skrúgongu. 43 av teimum vóru politikarir og hægstu embætisfólk í statsvøldunum. Tað vóru 5 embætisfólk við og tilsamans 8 kvinnur. Men so vóru eisini 28 menn í kjóla við, so tað var javnstøða í skrúgongini. Nei faktist vóru ikki øll 28 í kjóla, tí í 2000 var hátíðarhildið at tað vóru 1000 ár síðani Sigmundur Brestissonur við norskari dialekt bað Trónd velja millum kristna trúgv ella at missa høvdið. Tróndur valdi trúnna og so misti Sigmund høvdið nakað seinni. Aftur til skrúgonguna. Løgtingsformaðurin hevði valt, í samband við 1000 ára haldið, at bjóða samkomuleiðarum við eisini. Hetta gjørdi at umboð fyri hvítusunnusamkomuna, adventisasamkomuna, katolikkarnar og frelsunarherðin fingu tann heiður at tey sluppu at ganga við í skrúgonguni. Henda sama heiður eigur Hergeir Nielsen at bjóða kvinnurørslunum nú tær hava stríðst í 100 ár. Eg gleði meg at síggja Tinu K Jakobsen í skrúgonguni á ólavsøku.

Greenpeace.fo

Vit føroyingar eru altíð heimsins bestu. Antin uppá seg ella total. Vit hava heimsins hægsta limatal í Amnesty í mun til fólkatalið og vit lata allarmest í verðini av neyðhjálp til allan heimin bæði í mun til fólkatalið og tá talan er um at lata rumenum ulpir, lata vit tær flestu.

Eisini á øðrum økjum eru vit góð. Vit eru heimsins bestu kundar hjá Cadbury, drekka flestar koppar av Merrild Kaffi í allari verðini og útleiða mest CO2 í øllum heiminum. Harumframt hava vit heimsins bestu fiskidagaskipan og heimsins reinasta hav og vit fingu skoðsmálið heimsins mest spennandi land at vitja í allari verðini. Snøgt sagt, vit eru verðins best.

Á einum øki er Føroyar tó fullkomin eftirbátur. Vit hava onki Greenpeace í føroyum og heldur ongan annan altjóða umhvørvisfelagsskap. Vit hava 2 lítil umhvørvisverndarfeløg og eina eldsál í Vestmanna. Tað er alt, og tað er løgið. Vit áttu at vita hvat gott umhvørvi hevur at siga.

Grindin er ikki etandi longur. Tá man fer at kanna havhestin verður hann heldur ikki etandi og tá man er eigari av heimsins reinasta havi, átti man at havt áhuga í at vart hetta. Við heimsins bestu fiskidagaskipan er ongin trupuleiki at liva upp til hægstu krøv sum umheimurin setir um burðardygga veiðu og er hetta ein funnin fressur at økja um vinningin í fiski- og havvinnuni. Men Føroya Fuglafrøðifelag velur, sum rætt og rímiligt er, at verja vátlendi á Eiði og Føroya Nátturðu- og umhvørvisverndarfelag ynskir at SEV fær meira burturúr vindinum. Sum skrivað áður, so eru vit íðin at verða limir í felagsskapum sum virka í partum av heiminum har tað ikki ordiliga viðkemur okkum kortini. Vit skulu sjálvandi hava eina støðu til politiskar fangar í Myanmar og tað er gleðiligt at feløg so sum Amnesty fáa so góða undirtøku. Men hetta er ikki nakað sum ordiliga nívir í dagligdegnum. Tað burdi verja av heimsins reinasta havi, at dálkingin rakar okkara spísikamar og at vit møguliga koma at uppliva veðurlagsbroytingar sum koma at ávirka okkum ikki heilt onki.

Hvat er tað sum bagir. Greenpeace.dk er góð heimasíða. Greenpeace greiðir frá hvat tey arbeiða við og ein kann greidliga finna útav um hetta er nakað ein ynskir at taka undir við ella ikki. Verður hugt eitt sindur afturum, sæst at Norðanlond eru í einum Greenpeace bólki. Tað eru nærum 200.000 limir í Greenpeace og meir enn helmingurin er úr Svøríki. Minni enn 1% eru úr Norra. Samanborðið við Danmark skuldi Greenpeace havt egin hølir her í Føroyum og eini 200 til 300 limir. Men vit skulu ikki altíð samanbera okkum við Danmark. Tí í Norra áttu tey at havt eins stóran áhuga í umhvørvi sum vit, og har eru nærum ongin limir í Greenpeace. Orsøkin er eina og aleina at umhvørvisfelagsskapir í alt ov stóran mun hava verði óreiðiligir í sínum arbeiði. Í pengatráðan hava tey valt veik offur m.a. okkum føroyingar. Tað mesta av tí óreiðiliga stríði var fyri fleiri árum síðani og vit eiga tí at spyrja um ikki møguleiki fyri seming er til staðar.

Er tíðin ikki komin at vit lima okkum inn í umhvørvisstríðið og krevja okkara rætt. Ella kostar tað ov nógv?

Fer Freya forstanda føroyskt

Seinastu 70 árini hevur familjan hjá mær verði virkin í útflutningsvinnuni. Vit hava gjørt okkara part soleiðis at tað nú eru 2500 kvinnur færri enn menn her á klettum. Tað byrjaði longu fyrst í fýratiárunum tá Maja abbasystur var í rætta aldrinum til at fella fyri bretskum soldáti. Shrive var eftirnavnið og líka trupult tað er siga tað, eins trupult var at ferðast millum lond tá. Maja flutti við manninum til Bretlands aftaná kríggið og fekk pápi mín nøkur systkinabørn har. Tað var lítið og onki samband millum londini. Heldigvís var postsamband og var sambandið hildið við líka øll árini. Shrivarnir verði óførir at vitja hendanveg og ikki frítt at vit av og á vitja tey. Ongin av Shrivunum dugur at spikka føroyskt, men tað var nú ikki væntandi tá einasta samskifti var postur og ein árlig telefonsamrøða.

Onnur aldan av útfluttum konufólki var í ringastu hippietíð. Øll gingu við longum hári, men tað eydnaðist Marjunni at finna sín Adrian á onkrari festival fyri frið.  Adrian er londonbúgvi og sjálvt um hippie bleiv til yuppie, so er Marjun mostur framvegis londonnari við stóra L. Eg eri so heppin at eiga trý systkinabørn av Needlestone ætt, og eri hesir garpar nú í tjúgunum, tann elsti verður piparsveinur skjótt. Hesi systkinabørn duga ikki nógv føroyskt, at kalla onki. Miðlingurin Steven er tann raskasti at vitja hendanvegin, hann hevur alsk til náttúru okkara og hevur garpurin fingið unnustu úr Tórshavn.

Seinastu árini hevur útflutningurin av konufólki til Bretlands rættiliga tikið dik á seg. Nú er tað ikki abbasystrar ella mostrar sum fara, men systrarnar báðar eru fluttar til Bretlands. Eldra lítlasysturin flutti miðskeiðis í nítiárunum og valdi hon Liverpool. Fyrstu árini var hon røsk at vitja hendanveg, tað einu ferðina hevði hon tó Mark við sær uppá sleip. Hevði hoyrt at hesin var telduúrmælingur og syrgdi eg fyri at fylla kuldaskápið við kola og gullbjór. Fyrsta inntrykkið var onki serligt. Hesin telduúrmælingur var friðarligur, vinarligur og høfligur. Segði ja takk tá man bjóðaði eina øl, nei takk til tað næstu og Kola var ikki nakað hann drakk nógv av. Eg veit ikki, nú havi eg so ein Craig svág og mín sann hava Benjamin og Aron eisini, fingið bretsk systkinabørn. Freya og Jónas eita tey. Craigarnir eru vorðin ein sonn kjarnufamilja og hava tey júst keypt sær hús, so nú mugu tey vænta javnan streym av familjuvitjan næstu mongu árini. Freya er nú so mikið komin til árs at hennara snakkigen er við at mennast. Og loksins, aftaná 75 ár, sær út til at eitthvørt hálvt føroyskt systkinabarn í Bretlandi fer at skilja, og ikki minst, tosa føroyskt. Orsøkin er sjálvandi at Freya er limur í bókaklubbanum og fær føroyskar bøkur at lesa í, mamman tosar føroyskt og Skype er uppfunnið. Alt í alt hevur Freya møguleikan at hoyra, lesa og uppliva føroyskt í nógv størri mun enn tey eldru hálvu systkinabørnini í familjuni.

Fyri stuttum var kannað hví føroyingar ikki flyta heim aftaná at hava verði uttanlands og nomið sær nám. Tað ber til at greina hetta við at bólka útisetarnar. Tað eru tey sum vilja stórbýin. Keypmannahavn er tá ein bygdasligur smábýur og hesi vilja heldur Berlin, London og New York enn Tórshavn. Tað eru onnur sum eru so inngrógvin at tungt er at flyta. Men onnur eru sum kanska kundi funnið uppá at flutt heim. Men fleiri av hesum onnum eru fyribils bundin at staðnum tey búgva í. Hetta kunnu verða fólk, sum hava børn sum ikki duga føroyskt. Hesi foreldur vilja ikki at børn teirra, sum tosa flótandi enskt, franskt og filipinskt, verða flutt í eitt umhvørvi har málsliga forðingin er stór.

Tað er tí løgið, at ikki fleiri møguleikar eru at læra børn síni føroyskt. Hví er ongin netskúli har tað er møguligt at taka t.d. fráfaringarroynd fólkaskúlans í føroyskum, ella føroyskt á miðnámsstigið.  Eisini koma nógvir útlendingar hendanvegin at arbeiða í styttri og longri tíðarskeið. Hesi høvdu eisini havt gagn av føroyskum netskúla.

Freya og Jónas fara nokk at megna at luttaka í samrøðum á føroyskum. Men teyð fara nokk ikki at duga at seta edd og uttan ð ber ikki til at liva.

Vónandi verður støðan uppaftur betur, tá vit fáa okkara fjórða ættarlið av hálvum føroyskum systkinabørnum.

Býráðið byggir burðardygt…neyvan

Familjan veksur hvønn dag, eg vaksi úteftir, Jana fær longi hár og drongirnir vaksa upp eftir og eitt sindur úteftir. Benjamin sigur kukkebolle og Aron hevur frægd av at vísa babba hvussu 15 kg raskur drongur klatrar upp á borð og hoppar á liggandi babba í sofu. Tíðin er komin at fara út úr trongu íbúðini í eitthvørt størri.

Men sum altíð, tað er for dýrt, for gamalt, for stórt, for illa staðsett og so er køkurin giggutur, trappan for brøtt uppá loft. So man var moyrur til tann føroyska dreymin – bygg tíni egnu hús og skuldset teg fyri lívið.

Heðin Mortensen var sum kallaður av himni tá hann boðaði til kunningarfundar um útstykking á Myllutjørn og orðið alternativt var brúkt og misbrúkt í fleng. Slutt við 500 fermetrum innigirðaðum sethúsum á høgari grund við lágari reising og 2 bilar í túninum. Nú skuldi aðrir bollar bollast í suppuna, tí nú skuldi vit hava 200 fermetrar við sokli og so eitt felagsøki úr betong til at standa á skateboard og grilla pylsur á hásumri. Bilin skuldi vit kortini fáa í túnið og mín sann um ikki eisini pláss var til garagu. Tað var kortini ikki krav at garagan var ruddilig. Urtagarður og annað pjat var minimera til einar 12 fermetrar.

Vit vóru møtt mannsterk upp og kvinnurnar høvdu búk og mennirnir høvdu fastbitnar tenn, tá sjálvastur borgarstjórin tók orðið og bjóðaði vælkomin. Orðafloymurin var mjúkur, vakur og yvirbevísandi. Sjálvur sat eg á 5. rað og bannaði innantann um at hasin borgmeistarin ikki segði takk fyri seg og bað okkum koma fram at skriva okkum upp. Sá fyri mær Lucky Luke og co tá teir fóru hálsandi eftir grundstykkjum í nýbyggjaralandi í sambandsríkinum. Spekuleraði uppá um eg megnaði at syfta garpin til høgru, spenna bein fyri unglinginum til vinstru, kanska skuldi eg leypa bukk um kvinnuna í landnyrðing, men eitt var vist, eg skuldi fram til umsitinginga at fáa eitt av hasum 68 stykkinum við sokli.

Tá Heðin var liðugur at tosa kom ein embætismaður og beinanvegin fusaði stemningurin út. Nú var tosa um at isolerast skuldi á innsíðuni. 55 fermetrar sokkul bleiv til 52 fermetrar gólv. Prísurin fyri grundøki var umleið 486.000 kr, men nú var sokkulin og eitt lag av planering kortini ikki íroknað. Ja umleið prísur, tí man skuldi líka gera klárt fyrst og tað kundi henda seg at tað fór at kosta meir. Býráðið dugir nú ikki so væl at meta um,  so eg legði bragliða 100.000 omaná fyri feilmeting og aðrar 100.000 fyri planering og sokkul. Lovaði borgin fyri 2 milliónir var nú komin at kosta 2,2. So hvørt sum embætisverkið brast eina ballón fyri og aðra eftir, so byrjaðu vit menn at slappa av í vøddunum, hugdu uppá hvønn annan og nikkaðu samdir, vit skulu nokk ganga í takt út úr hølunum. Teir fáa onga undirskrift í kvøld.

Heimkomin sá konan tekningar og annað spennandi mannfólkastuff, men tummilin hjá henni vendi niður og hon var hvørki at høgga ella stinga í. Komin í song, vendi hon reyv til. Suk og sukkens, Heðin Mortensen var hæddarpunktið á degnum, so tit kunnu ætla, eg hevði ein ringan dag og ikki minst nátt.

Nú havi eg so spekulera allan dagin og starvsfelagar sum eisini hava føroyskar dreymar hava deilt sínar kenslur við meg, og nú eri eg farin at nikka við konuni. Hon hevði rætt. Hatta var eitt tápuligt projekt. Tað sær út til at menn hava gjørt Myllutjørn útfrá at fólk skulu hava bilin í túnið. Síðan eru vegirnir, asfaltið og betongið tekna inn og til seinast hava teir strøtt nakrar betongsoklar runt í einum systematiskum kaos. Menn, og bara menn av kallkyni, hava í 2009 ikki megna at lyft visiónina longur enn at bilar skulu standa inni í túninum. Hevði man av neyð, valt at flyta húsini saman, soleiðis at 4 deildu innveggirnar,  so var felagsøki ta størri. Men nei nei, vit føroyingar skulu byggja garðar tá vit eiga hús. Hevði stimbur verði í monnum, so kanska teir hugsaðu teir øru tankarnar, teir sokallaðu visioneru tankarnar, tankar sum gjørdu at bygt bleiv byggjarí sum var viðkomandi fyri 2009.

Omman í Sørvági býr á ellisheiminum Sýnin í Miðvági. Bíðilistin at sleppa inn á hetta ellisheim er langur. So langur at bara tey akuttu sleppa inn. Omma var so “heppin” fyri einum tveimum árum síðani at detta heima og bróta seg sundur. Tá vann hon 50 pláss uppeftir listanum og slapp inn. Tað er gott á Sýnini, soleiðis at skilja at tey gomlu hava tað reint, og verða væl ansaði. Men tey fáa eitt lítið kamar í part og vit sum koma at vitja kunnu sleppa at sita á songarkantinum og brúka blæðupakkan til rygglen og spýggjubakkan til armlen. Omma hevur ikki møguleika at matgera, so hon eigur bert ein pakka av gummibomm og ein keksapakka. Har er ongin møguleiki at koma framvið ein sunnudag, matgera ein betri bita og annars verða saman við ommuni, tað er sum á sjúkrahúsið, vælkomin at vitja og sita í einum stóli í ein tímas tíð.

Í øðrum londum hava tey innsæð at ellisheim ikki er sakin. Har er man farin yvir til at byggja ellisíbúðir,  har tey gomlu í tryggum karmum kunnu húsast inntil tey eru so illa fyri at tey noyðast á pleyguheim. Vit ganga enn eftir eini 70´ara teori um tey gomlu og tað sæst. Í 2010 fara vit at byggja 200 ellisheimspláss aftrat.

Býráðið kundi verði so visionert, at Myllutjørn í nógv størri mun tók atlit til tíðina vit liva í. Skít verði við garagum og kravið um at bilurin skal standa hálvan metur frá innhurðini. Tíðin er komin at byggja visionert, og Myllutjørn kundi verði skipað soleiðis at pláss eisini var til tey gomlu og tey ungu.  Her sum eg búgvi í Blómubrekku er tað deiligt at hava 3 pensjónistar til grannar, samstundis sum vit eru fleiri barnafamiljur, nøkur støk, ein er blindur og nøkur eru bara seg sjálvi. Vit eru ein blandet landhandel, men billetin fyri at búgva her kostar 1,5 millión og tí eru tað fleiri sum ikki kunnu verða við. Men tað kundi borðið til í Myllutjørn, har man heldur enn at byggja 68 kassar við tilhoyrandi garagum, heldur lat upp fyri einum gedemarked, har gomul kundi leiga sær eina eldraíbúð, lesandi kundi fingu kollegieíbúð og tey sum eru seg sjálvi kundi leiga sær frá 10 til 80 fermetrar. Tað er væl eisini eitt ynski fyri tey sum búgva uttanlands, at tey kunnu fáa eitthvørt at búgva í áðrenn tey seta veruligt búgv her heima, og tað er í øllum førum ein forðing fyri tey, at tey verða noydd at keypa sær innivist nærum áðrenn tey byrja sína føroysku lívsleið.

Fleiri visiónir Tórshavnar Býrað – Det var en ommer.