Tey á Argjum ætla at byggja eina kirkju ístaðin fyri hana tey hava. Tað kunnu verða fleiri orsøkir til at kirkjufólkið á Argjum heldur seg treinga til nýggj hølir.
Sum kirkjuskattagjaldari kann eg væl loyva mær at hava eina meining um hetta og hon er at tíðin er farin frá at byggja nýggjar kirkjur sum standa tómar. Tað kostar fleiri milliónir krónir at stoypa ein slíkan bygning og pengar kunnu bara brúkast einaferð, so tað sum fer í betongið fer ikki í sálmasangin. Tað ringasta er tó, at kirkjan nærum bara er opin sunnudag og tá bara í ein tíma. Minsta krav til hølir í dag eigur at verða at tey verða brúkt hvønn dag. Tað standa sum er ein rúgva av bygningum, almennir og hálvalmennir, sum standa tómir í fleiri tímar vikuliga. Minsta krav er tí, at kirkjan á Argjum, um nýtt skal byggjast, kann vísa á, at hølini fara at gerast dagligur karmur um virksemi á Argjum og ikki bert fara at standa til pynt mánadag til leygardag.
Lat hurðar upp, ger borglið breið