Category Archives: 1

Karmar – ramraK

So fekk Føroyar ein karm – ikki ein av hesum peturskelsku – sum krevja útsynning og pedagogdrakt. Vit fingu ein fíggjarkarm og tað var ikki sum hjá Joakim von And, ein svimjitúrur í pengum.

Ein føroyskur fíggjarkarmur er settur saman av fýra tingum.

1: Ein karmur frá í fjør
2: Eitt sindur av tillaging
3: Tiltøk
4: Ein runda av sparing

og karmurin 2011 er júst hetta. 300 fleiri skulu ganga í miðnámsskúla og vupti so passa pengarnir. 50 færri skulu hava døgverða frá Lágargarði og hopla so fekk kokkurin ein oksafjórðing minni at hugsa um. So hyggja vit í avgjaldskatalogið og uppdaga at nú er langtsíðani at avgjaldið á diesel hækkaði seinast. Smekka 55 oyru á har.  Eitt vet av barsilsgjald manglar í og so avtaka vit minstulønina. Nú er karmurin vorðin eitt vet størri enn í fjør og vit seta høvilin á, inntil hann er áleið sum síðsta ár.

Ársins karmur er fyrsta roynd at gera fíggjarlóg eftir nýggjum leisti og má eg viðganga at uppskotið er hepnast heilt væl. Har eru gjørdar royndir á nokkso nágreinaðum støði um hvussu landsins útreiðslur hætta sær næstu árini. Samstundis er semja um nøkur tiltøk, hissini sprell av nýggjum, og sjálvt um tey flestu eru nokkso fitt og væntandi, so torir samgongan at seta tilfeingisgjald á listan, saman við avtøku av minstuløn og sjómannaskattalætta. Tað sær ikki øgiligt út á pappírinum, men kortini krevur tað nokk politiska gjøgnumslagskraft at gjøgnumføra hesi átøk.

So alt í alt kundi man verði væl nøgdur, eitt gott umsitingarligt arbeiði og okkurt smávegis politiskt fingramerki. Men man er ikki 100% tilfreds kortini. Har er akkurát sum um okkurt manglar.

Við nærlagni sæst at stuðul til pápar sum gjalda barnapengar fer úr 8 milliónum upp í 9 og so í 10,5 og so 11. Sama við eftirløn til postmenn. Fer úr 5 til 6 til 7 til 8 milliónir í 2015. Og hvat so?

Fleiri síður við endaleysum talvum og fótnotum fortelja okkum hvussu landið fer at síggja út næstu árini um vit koyra eftir sama vegi. Og tað er har trupuleikin er. Har er snøgt sagt ongin politikkur í. Bara bókhald.

Eg vildi heldur ynskt at man gav landsstýrisfólkunum pengarnar tey hava at ráa yvir og biða tey so húsast við teimum. Nei tú, karmurin leggur upp til at Dahl skal spara 1 millión á Heilsufrøðiligu Starvsstovu.  Dahl fær 291,9 milliónir til vinnumál og man burdi havt tað álit á Dahl at hann nokk skuldi funnið útav at brúkt 291,9 milliónir sum best á sínum øki. Hví skal man sita í februar og mars og togast um detaljurnar, tá endamálið við fíggjarkarminum er at leggja teir stóru linjurnar.

Ein av misálitisrøðarunum røddi um hetta, at alt ov nógv ítøkiligt endaði við ongum. Reform aftaná reform hevði man havt uppi at vent, men einasta sum var reformera var afturlatingartíðin hjá Rúsuni. Sagt var, at í øðrum londum løgdu ráðharrar frá sær tá tey fingu politisk tap, men her heima ger tað onki um ein samd samgonga sendir uppskot til løgtingið at havna. Og tað er júst har trupuleikin er politiskt. Ongin landsstýrisfólk leggja frá sær av politiskum ávum. Her heldur man bara fram við næsta reformi og triðja. Vit áttu kanska at bygt upp ta mentan at man tók avleiðingarnar av manglandi politiskari uppbakning og lat onnur sleppa í ráðharrasessin.

Ein annar av misálitisrøðarunum helt at samgongan var lítið at sær komin. Uppskot aftaná uppskot hevði ikki verði til løgligt eftirlit og hoyringsfreistir uppá 4 dagar og annað vána handverk merkti at bæði góðskan og virðingin fyri lógarviðgerðini var lítil. Trupuleikin er bara tann at her á tingið brúkar samgongan sína makt til at leggja øll lógaruppskot fram beint aftaná seinasta framløgudag, og andstøðuuppskot verða konsekvent feld. Andstøðan brúkar alla sína orku uppá at spyrja spurningar og seta fram uppskot sum verða feld og so atkvøður andstøðan altíð ímóti samgonguni. Tann stóri trupuleikin er at tað er líkamikið hvør er andstøða og samgonga. Her skuldi alt tingið tikið seg um reiggj og fingið samlaðu góðskuna upp. Hvat við at avmarka talið av spurningum, hvat við onkuntíð at stemma ja til skilagóð uppskot hjá hinum partinum og gev so uppskotum tað tíð tað krevur at fyrireika tey.

Vit borgarir landsins vita gott, at tað verður ikki petti betri at skifta landsins leiðslu út, tí støðan verður akkurát tann sama, sama um tað er ABC, BCD ella EDB. Tað sum vit vilja hava, er politikk av tí góða gamla slagnum, har man ikki er bangin fyri at ganga undan, har man er sakligur og visionerur.

Tí var komedian í dag eitt stórt misálit á alla tað politisku skipanina.

Bjóða Tinu K Jakobsen í ólavsøkuskrúgonguna

So upprann dagurin, mánadagurin 8. mars sum fyri mítt viðkomandi byrjaði væl. Vit vaknaðu øll úr svøvni glað og drongirnir óti fróir sínar amerisku morgunmatarringar søtaðar við hunangi og føroyska lættimjólk afturvið. Babba fór beina leið til arbeiðis og var fyrsti maður (menniskja) á stovninum og tendraði kaffimaskinuna. Tá næsti maður (menniskja) møtti fegnaðist hon um nýkókað kaffi. Tað gekk skomm stund so var húsavarðafrøðingurin á gátt. Flagg okkara Merkið, bar hann í kneppinum og smeyg hann sær útum at heysa flaggið í húnarhátt. Vit spurdu hvat var á vási nú vit vóru vitni til ein hátíðardag. Jú tað var 8. mars, altjóða kvinnudagur og tí skuldi tað almenna flagga í fullari stong.

Flagglógin sigur nær tað almenna skal flagga, men allarhelst er ein feilur í hesi lóg. Vit flagga fyri teimum kongaligu, fyri gud og jesus, flagga fyri norðurlendsku tjóðdøgunum, enntá tí samiska. Vit flagga eisini fyri ST, arbeiðaranum, teimum sjólætnu og kvinnunum. Fyri nakrar flaggdagar er ískoytisorð sett í klombrir (á hálvari stong) og tað er allarhelst ein feilur at tað almenna ikki flaggar í klombrum 8. mars. Ella kanska hugsar tað almenna at tað er í lagi at flagga fyri kvinnum ein dag um árið, restina av árinum eiga mennirnir.

Men kanska vit skuldu, eftirsum eg eri maður, hugt eitt sindur til mennirnar 8. mars eisini. Tað er soleiðis, at tað dagliga fer fram ein diskriminering av monnum. Ein diskriminering, sum tað almenna kundi gjørt nakað við, uttan at tað kostar nakað stórvegis í pengum. Dag og dagliga møta tey ungu at nema sær lærdóm á hægri undirvísingarstaðið. Tey gerast bachelors (gamlir dreingir) og fara út í samfelagið at gera heimsins mest týdningarmikla starv. Tey fara inn á skúlarnar, dagstovnarnar, á sjúkrahúsið og eru um tey sum hava serligan tørv. Vit tosa um tey sum uppdraga okkara børn, eru um tey sjúku og gomlu. Tey sum Kaj Leo plagar at tosa um, fyriuttan Bóndarnir sjálvandi.  Setti meg at telja upp fyrr í dag hvussu kynsbýtið var millum tey lesandi á Føroya Læraraskúla. Fordómar ella ei, nærum øll sum lesa námsfrøði eru kvinnur. Ein stórur partur av teimum sum lesa til lærara verða lærarinnur. Støðan á sjúkrarøktarfrøðiskúlanum er neyvan betur. Onki næmingayvirlit er, men á starvsfólkalistanum eru bert kvinnur. 100% sjúkraSYSTIR og 100% fiasko.

Eg havi sjálvur verði vitni til at synirnir hjá mær eru blivin 4 og 2 ár. Teir hava verði á føðideildini, vøggustovu og barnagarði. Framvegis hava teir ikki møtt einum mannligum starvsfólki á síni lívsleið. Men sjálvandi vita teir hvat menn gera, teir eru politiskar allir bandin, fyriuttan teir sum eru røvarir. Eg havi sum so onki ímóti at teir ganga á stovnum har bert kvinnur starvast, vildi tó trúð at stovnurin, bæði sum arbeiðspláss og verustað hjá børnum, vildi havt gagn av tí fjølbroytni tað er at størri javnstøða er.

Tað er so, at Javnstøðunevndin kann gera nakað við málið. Hon kann fyri tað fyrsta eggja skúlunum at gera nakað við hetta at bert kvinnur søkja inn á áðurnevndu útbúgvingar. Javnstøðunevndin hevur enntá víðar lógarheimildir at loyva diskriminering, tá tað gagnar javnstøðuni, og eg haldi absolutt, at javnstøðunevndin og Fróðskaparsetrið skuldi tikið stig til, at tað var gjørt eitt slíkt átak í nærmastu framtíð. Bæði lýsingarherferðir og upptøkutreytir kunnu verða rættaðar móti at fleiri menn sleppa inn enn kvinnur. Hetta vildi eg ynskt var avdúkað 8. mars 2010.

Í 100 ár hava kvinnurnar kempa, úrslitið er sum sagt at teir hava fingið ein flaggdag. Men tað almenna kundi gjørt meira. Løgtingið kundi valt at víst á, at teir taka kvinnustríðið í álvara og teir virða tað arbeiði sum higartil er gjørt. Hvørt ár er skrúgonga úr Løgtinginum oman í Dómkirkjuna. Góðan tíma seinni verður spáka hinvegin. Tað er Stýrisskipanarlógin sum krevur at henda skrúgonga skal gangast. (§10, stk. 2) Í paragraffini sæst at løgtinsfólk, landstýrisumboð og embætismenniskju ganga hesa skrúgongd og tað er formaðurin sum avgerð hvørji embætismenniskju kunnu sleppa at ganga við. Í ár 2000 spákaðu 71 fólk í hesi skrúgongu. 43 av teimum vóru politikarir og hægstu embætisfólk í statsvøldunum. Tað vóru 5 embætisfólk við og tilsamans 8 kvinnur. Men so vóru eisini 28 menn í kjóla við, so tað var javnstøða í skrúgongini. Nei faktist vóru ikki øll 28 í kjóla, tí í 2000 var hátíðarhildið at tað vóru 1000 ár síðani Sigmundur Brestissonur við norskari dialekt bað Trónd velja millum kristna trúgv ella at missa høvdið. Tróndur valdi trúnna og so misti Sigmund høvdið nakað seinni. Aftur til skrúgonguna. Løgtingsformaðurin hevði valt, í samband við 1000 ára haldið, at bjóða samkomuleiðarum við eisini. Hetta gjørdi at umboð fyri hvítusunnusamkomuna, adventisasamkomuna, katolikkarnar og frelsunarherðin fingu tann heiður at tey sluppu at ganga við í skrúgonguni. Henda sama heiður eigur Hergeir Nielsen at bjóða kvinnurørslunum nú tær hava stríðst í 100 ár. Eg gleði meg at síggja Tinu K Jakobsen í skrúgonguni á ólavsøku.

Greenpeace.fo

Vit føroyingar eru altíð heimsins bestu. Antin uppá seg ella total. Vit hava heimsins hægsta limatal í Amnesty í mun til fólkatalið og vit lata allarmest í verðini av neyðhjálp til allan heimin bæði í mun til fólkatalið og tá talan er um at lata rumenum ulpir, lata vit tær flestu.

Eisini á øðrum økjum eru vit góð. Vit eru heimsins bestu kundar hjá Cadbury, drekka flestar koppar av Merrild Kaffi í allari verðini og útleiða mest CO2 í øllum heiminum. Harumframt hava vit heimsins bestu fiskidagaskipan og heimsins reinasta hav og vit fingu skoðsmálið heimsins mest spennandi land at vitja í allari verðini. Snøgt sagt, vit eru verðins best.

Á einum øki er Føroyar tó fullkomin eftirbátur. Vit hava onki Greenpeace í føroyum og heldur ongan annan altjóða umhvørvisfelagsskap. Vit hava 2 lítil umhvørvisverndarfeløg og eina eldsál í Vestmanna. Tað er alt, og tað er løgið. Vit áttu at vita hvat gott umhvørvi hevur at siga.

Grindin er ikki etandi longur. Tá man fer at kanna havhestin verður hann heldur ikki etandi og tá man er eigari av heimsins reinasta havi, átti man at havt áhuga í at vart hetta. Við heimsins bestu fiskidagaskipan er ongin trupuleiki at liva upp til hægstu krøv sum umheimurin setir um burðardygga veiðu og er hetta ein funnin fressur at økja um vinningin í fiski- og havvinnuni. Men Føroya Fuglafrøðifelag velur, sum rætt og rímiligt er, at verja vátlendi á Eiði og Føroya Nátturðu- og umhvørvisverndarfelag ynskir at SEV fær meira burturúr vindinum. Sum skrivað áður, so eru vit íðin at verða limir í felagsskapum sum virka í partum av heiminum har tað ikki ordiliga viðkemur okkum kortini. Vit skulu sjálvandi hava eina støðu til politiskar fangar í Myanmar og tað er gleðiligt at feløg so sum Amnesty fáa so góða undirtøku. Men hetta er ikki nakað sum ordiliga nívir í dagligdegnum. Tað burdi verja av heimsins reinasta havi, at dálkingin rakar okkara spísikamar og at vit møguliga koma at uppliva veðurlagsbroytingar sum koma at ávirka okkum ikki heilt onki.

Hvat er tað sum bagir. Greenpeace.dk er góð heimasíða. Greenpeace greiðir frá hvat tey arbeiða við og ein kann greidliga finna útav um hetta er nakað ein ynskir at taka undir við ella ikki. Verður hugt eitt sindur afturum, sæst at Norðanlond eru í einum Greenpeace bólki. Tað eru nærum 200.000 limir í Greenpeace og meir enn helmingurin er úr Svøríki. Minni enn 1% eru úr Norra. Samanborðið við Danmark skuldi Greenpeace havt egin hølir her í Føroyum og eini 200 til 300 limir. Men vit skulu ikki altíð samanbera okkum við Danmark. Tí í Norra áttu tey at havt eins stóran áhuga í umhvørvi sum vit, og har eru nærum ongin limir í Greenpeace. Orsøkin er eina og aleina at umhvørvisfelagsskapir í alt ov stóran mun hava verði óreiðiligir í sínum arbeiði. Í pengatráðan hava tey valt veik offur m.a. okkum føroyingar. Tað mesta av tí óreiðiliga stríði var fyri fleiri árum síðani og vit eiga tí at spyrja um ikki møguleiki fyri seming er til staðar.

Er tíðin ikki komin at vit lima okkum inn í umhvørvisstríðið og krevja okkara rætt. Ella kostar tað ov nógv?

Fer Freya forstanda føroyskt

Seinastu 70 árini hevur familjan hjá mær verði virkin í útflutningsvinnuni. Vit hava gjørt okkara part soleiðis at tað nú eru 2500 kvinnur færri enn menn her á klettum. Tað byrjaði longu fyrst í fýratiárunum tá Maja abbasystur var í rætta aldrinum til at fella fyri bretskum soldáti. Shrive var eftirnavnið og líka trupult tað er siga tað, eins trupult var at ferðast millum lond tá. Maja flutti við manninum til Bretlands aftaná kríggið og fekk pápi mín nøkur systkinabørn har. Tað var lítið og onki samband millum londini. Heldigvís var postsamband og var sambandið hildið við líka øll árini. Shrivarnir verði óførir at vitja hendanveg og ikki frítt at vit av og á vitja tey. Ongin av Shrivunum dugur at spikka føroyskt, men tað var nú ikki væntandi tá einasta samskifti var postur og ein árlig telefonsamrøða.

Onnur aldan av útfluttum konufólki var í ringastu hippietíð. Øll gingu við longum hári, men tað eydnaðist Marjunni at finna sín Adrian á onkrari festival fyri frið.  Adrian er londonbúgvi og sjálvt um hippie bleiv til yuppie, so er Marjun mostur framvegis londonnari við stóra L. Eg eri so heppin at eiga trý systkinabørn av Needlestone ætt, og eri hesir garpar nú í tjúgunum, tann elsti verður piparsveinur skjótt. Hesi systkinabørn duga ikki nógv føroyskt, at kalla onki. Miðlingurin Steven er tann raskasti at vitja hendanvegin, hann hevur alsk til náttúru okkara og hevur garpurin fingið unnustu úr Tórshavn.

Seinastu árini hevur útflutningurin av konufólki til Bretlands rættiliga tikið dik á seg. Nú er tað ikki abbasystrar ella mostrar sum fara, men systrarnar báðar eru fluttar til Bretlands. Eldra lítlasysturin flutti miðskeiðis í nítiárunum og valdi hon Liverpool. Fyrstu árini var hon røsk at vitja hendanveg, tað einu ferðina hevði hon tó Mark við sær uppá sleip. Hevði hoyrt at hesin var telduúrmælingur og syrgdi eg fyri at fylla kuldaskápið við kola og gullbjór. Fyrsta inntrykkið var onki serligt. Hesin telduúrmælingur var friðarligur, vinarligur og høfligur. Segði ja takk tá man bjóðaði eina øl, nei takk til tað næstu og Kola var ikki nakað hann drakk nógv av. Eg veit ikki, nú havi eg so ein Craig svág og mín sann hava Benjamin og Aron eisini, fingið bretsk systkinabørn. Freya og Jónas eita tey. Craigarnir eru vorðin ein sonn kjarnufamilja og hava tey júst keypt sær hús, so nú mugu tey vænta javnan streym av familjuvitjan næstu mongu árini. Freya er nú so mikið komin til árs at hennara snakkigen er við at mennast. Og loksins, aftaná 75 ár, sær út til at eitthvørt hálvt føroyskt systkinabarn í Bretlandi fer at skilja, og ikki minst, tosa føroyskt. Orsøkin er sjálvandi at Freya er limur í bókaklubbanum og fær føroyskar bøkur at lesa í, mamman tosar føroyskt og Skype er uppfunnið. Alt í alt hevur Freya møguleikan at hoyra, lesa og uppliva føroyskt í nógv størri mun enn tey eldru hálvu systkinabørnini í familjuni.

Fyri stuttum var kannað hví føroyingar ikki flyta heim aftaná at hava verði uttanlands og nomið sær nám. Tað ber til at greina hetta við at bólka útisetarnar. Tað eru tey sum vilja stórbýin. Keypmannahavn er tá ein bygdasligur smábýur og hesi vilja heldur Berlin, London og New York enn Tórshavn. Tað eru onnur sum eru so inngrógvin at tungt er at flyta. Men onnur eru sum kanska kundi funnið uppá at flutt heim. Men fleiri av hesum onnum eru fyribils bundin at staðnum tey búgva í. Hetta kunnu verða fólk, sum hava børn sum ikki duga føroyskt. Hesi foreldur vilja ikki at børn teirra, sum tosa flótandi enskt, franskt og filipinskt, verða flutt í eitt umhvørvi har málsliga forðingin er stór.

Tað er tí løgið, at ikki fleiri møguleikar eru at læra børn síni føroyskt. Hví er ongin netskúli har tað er møguligt at taka t.d. fráfaringarroynd fólkaskúlans í føroyskum, ella føroyskt á miðnámsstigið.  Eisini koma nógvir útlendingar hendanvegin at arbeiða í styttri og longri tíðarskeið. Hesi høvdu eisini havt gagn av føroyskum netskúla.

Freya og Jónas fara nokk at megna at luttaka í samrøðum á føroyskum. Men teyð fara nokk ikki at duga at seta edd og uttan ð ber ikki til at liva.

Vónandi verður støðan uppaftur betur, tá vit fáa okkara fjórða ættarlið av hálvum føroyskum systkinabørnum.

Býráðið byggir burðardygt…neyvan

Familjan veksur hvønn dag, eg vaksi úteftir, Jana fær longi hár og drongirnir vaksa upp eftir og eitt sindur úteftir. Benjamin sigur kukkebolle og Aron hevur frægd av at vísa babba hvussu 15 kg raskur drongur klatrar upp á borð og hoppar á liggandi babba í sofu. Tíðin er komin at fara út úr trongu íbúðini í eitthvørt størri.

Men sum altíð, tað er for dýrt, for gamalt, for stórt, for illa staðsett og so er køkurin giggutur, trappan for brøtt uppá loft. So man var moyrur til tann føroyska dreymin – bygg tíni egnu hús og skuldset teg fyri lívið.

Heðin Mortensen var sum kallaður av himni tá hann boðaði til kunningarfundar um útstykking á Myllutjørn og orðið alternativt var brúkt og misbrúkt í fleng. Slutt við 500 fermetrum innigirðaðum sethúsum á høgari grund við lágari reising og 2 bilar í túninum. Nú skuldi aðrir bollar bollast í suppuna, tí nú skuldi vit hava 200 fermetrar við sokli og so eitt felagsøki úr betong til at standa á skateboard og grilla pylsur á hásumri. Bilin skuldi vit kortini fáa í túnið og mín sann um ikki eisini pláss var til garagu. Tað var kortini ikki krav at garagan var ruddilig. Urtagarður og annað pjat var minimera til einar 12 fermetrar.

Vit vóru møtt mannsterk upp og kvinnurnar høvdu búk og mennirnir høvdu fastbitnar tenn, tá sjálvastur borgarstjórin tók orðið og bjóðaði vælkomin. Orðafloymurin var mjúkur, vakur og yvirbevísandi. Sjálvur sat eg á 5. rað og bannaði innantann um at hasin borgmeistarin ikki segði takk fyri seg og bað okkum koma fram at skriva okkum upp. Sá fyri mær Lucky Luke og co tá teir fóru hálsandi eftir grundstykkjum í nýbyggjaralandi í sambandsríkinum. Spekuleraði uppá um eg megnaði at syfta garpin til høgru, spenna bein fyri unglinginum til vinstru, kanska skuldi eg leypa bukk um kvinnuna í landnyrðing, men eitt var vist, eg skuldi fram til umsitinginga at fáa eitt av hasum 68 stykkinum við sokli.

Tá Heðin var liðugur at tosa kom ein embætismaður og beinanvegin fusaði stemningurin út. Nú var tosa um at isolerast skuldi á innsíðuni. 55 fermetrar sokkul bleiv til 52 fermetrar gólv. Prísurin fyri grundøki var umleið 486.000 kr, men nú var sokkulin og eitt lag av planering kortini ikki íroknað. Ja umleið prísur, tí man skuldi líka gera klárt fyrst og tað kundi henda seg at tað fór at kosta meir. Býráðið dugir nú ikki so væl at meta um,  so eg legði bragliða 100.000 omaná fyri feilmeting og aðrar 100.000 fyri planering og sokkul. Lovaði borgin fyri 2 milliónir var nú komin at kosta 2,2. So hvørt sum embætisverkið brast eina ballón fyri og aðra eftir, so byrjaðu vit menn at slappa av í vøddunum, hugdu uppá hvønn annan og nikkaðu samdir, vit skulu nokk ganga í takt út úr hølunum. Teir fáa onga undirskrift í kvøld.

Heimkomin sá konan tekningar og annað spennandi mannfólkastuff, men tummilin hjá henni vendi niður og hon var hvørki at høgga ella stinga í. Komin í song, vendi hon reyv til. Suk og sukkens, Heðin Mortensen var hæddarpunktið á degnum, so tit kunnu ætla, eg hevði ein ringan dag og ikki minst nátt.

Nú havi eg so spekulera allan dagin og starvsfelagar sum eisini hava føroyskar dreymar hava deilt sínar kenslur við meg, og nú eri eg farin at nikka við konuni. Hon hevði rætt. Hatta var eitt tápuligt projekt. Tað sær út til at menn hava gjørt Myllutjørn útfrá at fólk skulu hava bilin í túnið. Síðan eru vegirnir, asfaltið og betongið tekna inn og til seinast hava teir strøtt nakrar betongsoklar runt í einum systematiskum kaos. Menn, og bara menn av kallkyni, hava í 2009 ikki megna at lyft visiónina longur enn at bilar skulu standa inni í túninum. Hevði man av neyð, valt at flyta húsini saman, soleiðis at 4 deildu innveggirnar,  so var felagsøki ta størri. Men nei nei, vit føroyingar skulu byggja garðar tá vit eiga hús. Hevði stimbur verði í monnum, so kanska teir hugsaðu teir øru tankarnar, teir sokallaðu visioneru tankarnar, tankar sum gjørdu at bygt bleiv byggjarí sum var viðkomandi fyri 2009.

Omman í Sørvági býr á ellisheiminum Sýnin í Miðvági. Bíðilistin at sleppa inn á hetta ellisheim er langur. So langur at bara tey akuttu sleppa inn. Omma var so “heppin” fyri einum tveimum árum síðani at detta heima og bróta seg sundur. Tá vann hon 50 pláss uppeftir listanum og slapp inn. Tað er gott á Sýnini, soleiðis at skilja at tey gomlu hava tað reint, og verða væl ansaði. Men tey fáa eitt lítið kamar í part og vit sum koma at vitja kunnu sleppa at sita á songarkantinum og brúka blæðupakkan til rygglen og spýggjubakkan til armlen. Omma hevur ikki møguleika at matgera, so hon eigur bert ein pakka av gummibomm og ein keksapakka. Har er ongin møguleiki at koma framvið ein sunnudag, matgera ein betri bita og annars verða saman við ommuni, tað er sum á sjúkrahúsið, vælkomin at vitja og sita í einum stóli í ein tímas tíð.

Í øðrum londum hava tey innsæð at ellisheim ikki er sakin. Har er man farin yvir til at byggja ellisíbúðir,  har tey gomlu í tryggum karmum kunnu húsast inntil tey eru so illa fyri at tey noyðast á pleyguheim. Vit ganga enn eftir eini 70´ara teori um tey gomlu og tað sæst. Í 2010 fara vit at byggja 200 ellisheimspláss aftrat.

Býráðið kundi verði so visionert, at Myllutjørn í nógv størri mun tók atlit til tíðina vit liva í. Skít verði við garagum og kravið um at bilurin skal standa hálvan metur frá innhurðini. Tíðin er komin at byggja visionert, og Myllutjørn kundi verði skipað soleiðis at pláss eisini var til tey gomlu og tey ungu.  Her sum eg búgvi í Blómubrekku er tað deiligt at hava 3 pensjónistar til grannar, samstundis sum vit eru fleiri barnafamiljur, nøkur støk, ein er blindur og nøkur eru bara seg sjálvi. Vit eru ein blandet landhandel, men billetin fyri at búgva her kostar 1,5 millión og tí eru tað fleiri sum ikki kunnu verða við. Men tað kundi borðið til í Myllutjørn, har man heldur enn at byggja 68 kassar við tilhoyrandi garagum, heldur lat upp fyri einum gedemarked, har gomul kundi leiga sær eina eldraíbúð, lesandi kundi fingu kollegieíbúð og tey sum eru seg sjálvi kundi leiga sær frá 10 til 80 fermetrar. Tað er væl eisini eitt ynski fyri tey sum búgva uttanlands, at tey kunnu fáa eitthvørt at búgva í áðrenn tey seta veruligt búgv her heima, og tað er í øllum førum ein forðing fyri tey, at tey verða noydd at keypa sær innivist nærum áðrenn tey byrja sína føroysku lívsleið.

Fleiri visiónir Tórshavnar Býrað – Det var en ommer.

Vassigarður

So vóru vit aftur við § 43, stykki 2 í stýrisskipanarlógini. Ongin útreiðsla má verða goldin uttan við heimild í fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg tá ávíst verður.

Stýrisskipanarlógin inniheldur nógv krút, millum annað skal ongin lóg í føroyum stríða ímóti altjóða avtalum sum vit hava gjørt, ella danir hava gjørt vegna okkum. Eisini er nógv spennandi um misálit og loyvi at varpa út tingfundir og loyvi at hava loyniligar tingfundir. Men alt hetta krútið er dýggj vátt, tí tað er bara knall í § 43 stykki 2.

Tað hava verði nógvar støður har § 43, stykki 2 hava verði orsøk til rumbul. Einaferð var tað ein mentamálaráðharri sum legði frá sær, tí í eina løtu, var yvirtrekk á einari kontu. Tá var so staðfest, at eitt null er ikki eitt null. Fyri stuttum mátti ein ráðharri leggja frá sær, tí viðkomandi hevði ikki hildið § 43, stykki 2 í áravís. Hesin vísti á, sum rætt er, at tað var meira regulin enn undantakið fyri øll landsstýrisfólk, at § 43, stykki 2 ikki bleiv hildin.

Tað var at vóna, at nú heilsumálaráðharrin mátti leggja frá sær, at tað fór at koma ein upprudding í hesum her við yvirforbrúk og at politiska skipanin lærdi eitthvørt av hesum. Seinastu vikurnar hava víst at politiska skipanin hevur ikki lært nakað av hesum, tvørturímóti er nú avdúka at politiska skipanin als ikki skilir hvat § 43, stykki 2 gongur út uppá.

Fyrst nøkur stutt orð um § 43, stykki 2 og nýtslu. Tað er roknskapurin fyri fíggjarárið sum avdúkar, um tað er yvirnýtsla á einari kontu. Hetta merkir, at tað ber til í árinum at hava yvirtrekk, so longi sum tú ikki hevur yvirtrekk við ársenda. Hetta ger t.d. at Rúsan ikki hevur yvirtrekk, sjálvt um Rúsan skal hava yvirskot og tað verður ikki uppnátt fyrr enn í desember. Kringvarpið kann eisini gott hava undirskot í árinum, so longi sum talan ikki er um ovurnýtslu við ársenda. Fyri allarflestu stovnar og kontur á fíggjarlógini er tó galdandi, at pengarnir fara bara út. So tá nýtslan fer uppum játtan, so er talan um yvirnýtslu. Tí ber væl til at tosa um, at nú hevur Jacob Vestergaard meirnýtslu í samband við minstuløn ella sum sagt var, nú útgjalda vit ikki meir minstuløn, tí nú er játtanin uppbrúkt.

Tað var júst í málinum um minstuløn at Jacob Vestergaard vassaði so langt út, at tað var eitt bragd at hann megnaði at vassa innaftur.

Í stuttum er málið, at Løgtingið hevur játtað 24 milliónir kr. til minstuløn í 2009. Longu í vár, var avdúkað at hetta var alt ov lítið. Síðst í august er samlaða útgjaldið av minstuløn komið uppá 23,9 milliónir kr. Nú sigur Vestergaard at hann vil ikki koma í trupuleikar av § 43, stykki 2 og biður um at framtíðar útgjøld verða hildin aftur. Næstu tvær vikurnar verða krøv fyri yvir 2 milliónir kr. gjørt greið til útgjaldingar, men verða hildin aftur til játtan fyriliggur. Nú verður ein eykajáttanarlóg løgd fyri tingið har biðið verður um 18 milliónir aftrat. Trupuleikin er bara tann, at henda góða eykajáttanarlóg tekur upp til 10 vikur at avgreiða og nú byrjar andstøðan, pressan og fakfeløgini at rópa varskó. Hetta ber ikki til verður sagt. Send eitt fíggjarnevndarskjal til fíggjarnevndina. Eitt fíggjarnevndarskjal er ein express eykajáttan, sum bert tekur stutta stund av avgreiða, men er minniluti ímóti, so verður hon havnað. Nú er trýsti á Vestergaard so nógv, at hann avgerð at rinda fiskimonnunum sína minstuløn kortini. Hervið er Vestergaard nú sekur í at hava brotið § 43, stykki 2. Men var hann ikki longu sekur áðrenn?

Tað sum Vestergaard allarhelst finnur útav, aftaná at hava vassað ov langt út er fylgjandi: Hann hevur longu brotið §43, stykki 2, tá krøvini um útgjald verða staðfest. Harumframt hevur Vestergaard syltað útgjaldið av minstuløn og sendir hann fíggjarnevndarskjal til fíggjarnevndina fær hann tað aftur í høvdið við tí grundgeving at hann hevur longu brúkt teir pengar hann biður um. Hendir hetta, er tað knappliga skrivligt at hann er sekur í at bróta §43, stykki 2 og at hann syltar útgjaldið. Eykajáttanin kann fáa somu lagnu, at hon verður avvíst í fíggjarnevndini, tí peningurin er brúktur áðrenn biðið var um eykajáttan. Hetta ber eisini til at lesa seg til í § 43, stykki 2. Játtað skal verða áðrenn nýtstlan verður nýtt. Tað er tó Løgtingið sum atkvøður um eykajáttanarlógir, men keðiligt hevði tað sæð út, um álítið hjá fíggjarnevndini mælti til at atkvøða ímóti.

Vestergaard var vassaður ov langt út, og í vikuni sum fór, komu tíðindi um, at nú fór Vestergaard kortini at rinda út minstuløn. Umberingin var at annars kundi sjómenn reist sakarmál móti landsstýrinum og vunnið. Hetta vildi viðført at landsstýrið hevði havt enn fleiri útreiðslur og tí var skilabest at rinda, sjálvt um ongin játtan var.

Tað einasta skilagóða sum var sagt í hesum máli, tað segði Jacob Vestergaard sjálvur. Nú mugu vit finna útav hvat § 43, stykki 2 veruliga merkir og um tað ber til at afturhalda lógarfest gjøld til borgarin. Hetta vóru vísdómsorð, tí tað sær ikki út til at umsitingin veit hvat § 43, stykki 2 veruliga merkir og tað sær ikki út til at umsitingin er greið yvir hvat ein lógarbundin útreiðsla er.

Fyri tað fyrsta, so verður nógv tugt og tanla yvir hvat §43, stykki 2 merkir í veruleikanum. Ongin útreiðsla má verða goldin stendur, men merkir tað at tú kanst binda teg til útreiðslur?, neyvan. Tað merkir við øðrum orðum, at ongin útreiðsla má verða hildin uttan at játtan er og tað var júst tað sum hendi í minstulønarmálinum. Útreiðslurnar vóru hildnar, men ikki goldnar ella bókaðar. Fyri tað var nýtslan farin uppum játtan og tí var Vestergaard longu farin uppum játtanina tá umsóknirnar um minstuløn vóru viðgjørdar, sjálvt um bókhaldið segði nakað annað. Men bókhaldið er bert vegleiðandi fyri saldo og kann ikki lastast fyri at ikki øll skjøl verða bókaði.

Fyri tað næsta, so má ein meta, at útgjøld verða goldin eftir eini siðvenju. Í hesum málið merkir tað, at avrokna verður aðru hvørja viku, og tí skal Vestergaard hava ótrúliga góðar og sakligar grundgevingar fyri at broyta útgjaldssiðvenjuna. Tað vildi eisini verði góður fyrisitingarsiður at boða frá í góðari tíð at siðvenjan fór at verða broytt. So at halda útgjaldið aftur var at fara dekan ov langt hjá landsstýrismanninum.

Fyri tað triðja, so er ásetingin í § 43, stykki 2 um eykajáttan og at nýtsla ikki má verða farin fram áðrenn játtan verður latin, eisini verd at hyggja nærri eftir. Hetta at lata eykajáttan sjálvt um nýtslan er farin fram, er nakað sum hevur gingið fyri seg í áravís. Eg vónaði at Hans Pauli Strøm sakin fór at lýsa trupuleikan við eykajáttanum, men so var ikki. Kanska vassaríið seinastu vikurnar fer at birta undir kjak um evni.

KamPING við línu

Tað var í teimum døgum at lína var fiskireiðskapur, men sum alt annað er nýmótans pjat komið her á klettar. CAMPING eitur tað. Nú ódnarveður var, var tað ikki søgur um ringt veður á sjónum sum fylti miðlarnar, men søgur um koppaðar campingvognar.

Orsøkin at campingvognarnir koppaðu, var tí teir ikki vóru festir í línu á kunngerðar góðkendum campingplássið. Men hetta ætlar uttanríkismálaráðharrin saman við løgmálaráðharranum at gera nakað við. Dagur og Vika var fyri einaferð skyld skørp og gjørdi eitt framúr gott innslag um camping og politikk.

Jørgen greiddi frá, at uttanríkisráðið fór nú at dagføra lógir og kunngerðir. Myndugleikarnir skuldu í samráð við føroyskar campistar og onnur áhugaði snikka saman regluverk, men campingvinnan skuldi annars klára seg sjálva.

Kommunurnar skuldu gera sín part, sum í høvuðsheitum er at ávisa øki, og gera tað møguligt hjá campistum at kukka og drekka reint vatn. Sjálvandi vildi tað verði skilagott at campingpláss eisini høvdu aðrar hentleikar, so sum t.d. spælipláss, grillstað, borð og stólar og húsarúm, har tað bar til at matgera, vaska klæðir ella bara hanga út í barrini. Men tá er campingplássið ein møguligur vinnuvegur og mon ikke eitthvørt smápartafelag hevur hug og dirvi og evnir at reka eitt campingpláss uttan at Jørgen og politikarir skulu dirigera.

At politiska skipanin ásannar og tekur ábyrgd av hesum sera stóra politiska øki, er at fegnast um. Enn fegnari er ein, tá ein sær hvussu skynsamt og skilagott politiska skipanin arbeiðir. Alt arbeiði verður gjørt við denti á opinleika, at lurta eftir serfrøði og annars at lata allar partar verða hoyrdar. Heldur ongin munnkurv er sett á tey 33 leysu missilini. Innslagið í Dag og Viku í kvøld prógvaði, at politikarir eru greiðir yvir, hvussu arbeiðsbýti er millum tað almenna og tað privata. Eisini var prógvað, at politiska handverkið verður væl úr hondum greitt.

Politikararnir duga eisini at avgreiða smámál uttan at blanda øll og alt uppí. Sokallaði avgreiðslumál, sum bara høvdu gruggað í tíðindameldrinum og sum ikki hava nakað uppá seg. Tá hesi avgreiðslumál eru fyri, fáa fólk munnkurv uppá, serfrøðingar verða ikki eftirspurdir og viðgerðin fer fram handan læstar dyr.

Nýggja stjórnarskipanin og pensjónslógin eru dømi um slík avgreiðslumál.

Mikrofonin er tendrað

Góðan summar morgun føroyar, so eru vit live her frá svarta holinum, har vit upplýsa øll um alt. Okkara umvandrandi mikrofon sum er íbundin eitt sludrichatoll stendur fast niðri á Vaglinum og telur bilar. Eitt, tvey, trý og píkasjey, har gongur ein av teimum sum er bókaður sum fast innbúgv hjá feriuvarpinum. Hey hvat gera vit í dag her og er tað ikki deiligt at sólin mundi skinið í áðni, nei nei, eplini skulu jú eisini hava sítt, deiligt deiligt og so skulu vit líka hava dagsins subjektivu veðurfrásøgn.

Havi hoyrt, at í morgun (13. august 2009, red) var søgan at okkara kringa varp hevði fingið beinleiðis live samband við Madelinu í Stokkhólma og tað var so spennandi tí aftaná at hava verði forlovað í 7 ár við einum og sama sjeiki, var hon í gjár blivin trúlovað og nú var tað skjótt brúdleyp í gamla stan og ein føroyingur í Svøríki var nokkso nær við og gleði tykkum. Tað var surprise surprise. Kringa varpið ringdi til føroyskan urguleikara í Stokkahólmi, men av eini hvørji orsøk var hetta alt ov tíðliga, so svøvntungi urguleikarin var als ikki við uppá hetta her kærleiksævintýri anno 2009. Uff huff buff og hetta kongeliga hevði ikki hansara áhuga og teir kundu eins væl spurt Bill Justinussen um hvat hann helt um rumparaleikirnar í Keypmannahavn. (var tað veruliga so galið at ongin hálvur føroyingur var við?)

BAFFF

Kringa varpið, sum hóast alt er kringari enn Krás2, hevur í sera stóran mun í seinastuni gjørt brúk av tendraðum mikrofonum. Tað virkar nærum sum øll innsløg og samrøður verða gjørdar á staðnum og skulu verða so ófyrireikaðar sum gjørligt. Eitt nú eru vit við, tá stóra spenandi sølustevnan á Skála verður næsta vikuskifti. Tíðindaskrivið kundi lættliga verði gjøgnumlisið, tað sum hevur týdning fyri okkum deyðiligu kundi verði lisið upp og so var tað tað. Men nei, nú skal summarmorgun í gongd og so verða hesir stakkals fyriskiparir drignir inn. So gongur samrøðan. Hvat er hetta fyri ein sølustevna. Stakkalin svarar og so spyr hesin, verður ein básur við sum selur urtapottar og so svarar stakkalin játtandi og so spyr aftur, nær lata tit hurðarnar upp og svararin svarar pligtskyldugt. Nú glógvar í spyrjaranum, hvat kostar tað fyri børn og svararin kann glaður siga at børn sleppa ókeypis inn og spyrjarin er skjótur og sigur at ofta er ikki so nógv til børn og svararin skundar sær at siga at børnini fáa pylsur, sunkist og hoppiborg.

BAFF

Nú hava hesir tosað í 10 minutt og so hoyra vit eitt lag. Hetta kalla vit “RESEARCH FYRI OPNARI MIKROFON”, spyrjarin lesur 3 linjur í tíðindaskrivinum og spyr. Hesin forbrendi óvani farin at breiða seg. Sjálvt skrivaðu portalarnir gera research fyri opnari mikrofon. Ja øll miðlaframleiðsla er fyri opnum tjøldum.

Viðvíkjandi sølustevnuni á Skála, so kundi tann sum arbeiddi í kringa varpinum bara lisið upp.

Í vikuskiftinum verður stór sølustevna á Skála. Tað er Skála Ítróttarfelag sum skipar fyri og er endamálið at savna pening til unglingarnar sum fara til Skotlands at spæla Aberdeen Cup. Nógv spennandi verður á stevnuni, eitt nú ein forkunnugur urtapottabásur. Børnini sleppa ókeypis inn og fáa sunkist, balónir og kunnu royna stóra Hoppilandi. Stevnan byrjar fríggjakvøldið kl. 19. Leygardagin og sunnudagin er opið frá kl. 14 til 23.

Ella stutta útgávan: Sølustevna verður á Skála fríggjadagin kl. 19 og í vikuskiftinum frá kl. 14- 23.

So var hatta avgreitt og kringa varpið kundi heldur brúkt tíðina til okkurt annað.

Ávaring – inniheldur innihald

Var so heppin at asfaltføroyingar vóru her á klettum og vitjaðu. Man átti sjálvandi at latið hurðar upp og gjørt borglið breitt, men hesaferð avmarkaði vitjanin seg til ein túr í SMS. Tey vóru nakrar tímar í havn og skuldi royna okkara amerikonsku tilboð sum her eru.

Benjamin hevur fingið serligan tokka til chips. Chips og majones er í løtuni hansara yndiskostur. So tað var onki problem hjá mær at bíleggja, ein chips og eina sodavatn bleiv tað til. Hjartasuff: Børn eiga at kunna fáa mjólk til ein rímiligan prís. 1/4 litur mjólk kostar líka nógv sum 1½ litur í handlinum. Men gakk, tað var ov lítið av chips, eg pilkaði jú eisini frá honum og Aron er ein bandittur sum tekur ríkiligt í sín part. So ordri nummar tvey var ein hamburgari uppá tilboð og ísur. Fryntliga starvsfólkið helt at nú var tíðin búgvin til eina ávaring og formaning. Okey at títt barn drekkur sodavatn og etur chips við majones og ís. Men eg skuldi bara líka vita, at hamburgarin innheldur altso ymisk ting, sum títt barn kanska ikki dámar.