Category Archives: Goymsla I

Bloggrullan

Fjølmiðlakommisión

Nevnd er í dag sett at viðgera framtíðina í Kringvarpinum. Tað er ongin orsøk at seta slíka nevnd,  tí fyri stuttum var kreppa í kringvarpinum og tá var spurt út til fólkið: “Hvat vilja tit hava” og svarið var

“Vit vilja hava meira Zacharis”

Kirkjan er eitt gamalt tómt hús

Tey á Argjum ætla at byggja eina kirkju ístaðin fyri hana tey hava.  Tað kunnu verða fleiri orsøkir til at kirkjufólkið á Argjum heldur seg treinga til nýggj hølir.

Sum kirkjuskattagjaldari kann eg væl loyva mær at hava eina meining um hetta og hon er at tíðin er farin frá at byggja nýggjar kirkjur sum standa tómar. Tað kostar fleiri milliónir krónir at stoypa ein slíkan bygning og pengar kunnu bara brúkast einaferð, so tað sum fer í betongið fer ikki í sálmasangin. Tað ringasta er tó, at kirkjan nærum bara er opin sunnudag og tá bara í ein tíma.  Minsta krav til hølir í dag eigur at verða at tey verða brúkt hvønn dag. Tað standa sum er ein rúgva av bygningum, almennir og hálvalmennir, sum standa tómir í fleiri tímar vikuliga. Minsta krav er tí, at kirkjan á Argjum, um nýtt skal byggjast,  kann vísa á, at hølini fara at gerast dagligur karmur um virksemi á Argjum og ikki bert fara at standa til pynt mánadag til leygardag.

Lat hurðar upp, ger borglið breið

Bretar reisa standmynd av Jimmy Hill

(Henda blogga var fyrstu ferð prenta í 07-Vestur leikskránni)

Tað er ikki bara her heima at standmyndir og minnisvarðar verða reistir. Í Englandi hava fólk tikið stig til at reisa standmynd av Jimmy Hill. Standmyndin skal standa uttanfyri Ricoh Arena sum er heimavøllur hjá “The sky blues” sum Coventry City Football Club eisini verður nevndur. Jimmy Hill er ikki hvør sum helst í enskum fótbólti. Hann er allarminst kendur fyri at hava leikt 300 dystir við Fulham í 1952 og nøkur ár fram, og hann er allarhelt allarmest kendur fyri at verða sjónvarpsvertur í øllum møguligum fótbóltssendingum. Seinastu árini hevur hann verði at sæð á Sky Sports har hann saman við øðrum kennarum hevur kjakast um fótbólt. Nú er aldurin farin at bila hjá Jimmy Hill, so hann hevur ikki sína egnu sending longur.

Tað kom verulig ferð á lívsleiðina hjá Jimmy tá hann legði gaggurnar á hillina. Sum 33 ára gamal bleiv hann venjari hjá Coventry City, sum tá spældi í triðbestu deildini. Arbeiði sum venjari var krevjandi, tí hann mátti bæði yrkja nýggjan felagssang og menna dystarskránna, so Coventry var fyrsta felag sum gav viðhaldsfólkunum eina veruliga leikskrá. Tað var ikki nokk fyri Jimmy, sum eisini ynskti at áskoðararnir møttu stundisliga til dystin. So hann fann eisini uppá at skipa fyri undirhaldi áðrenn dystarbyrjan og mín sann helt hann at tað skuldi bara verða sitipláss rundanum vøllin, so Coventry kann eisini reypa av at hava tann fyrsta “all-seater” leikvøllin. Sjálvt um Jimmy Hill megnaði alt hetta, so megnaði hann eisini, sum venjari, at fáa liðið at flyta upp í bestu deildina. Coventry flutti upp í 1967 og var í bestu deildini fram til 2001. Jimmy Hill valdi nú ikki at venja felagið í bestu deildini og helt tíðin var búgvin at leita sær aðrar avbjóðingar. Sjónvarpi var byrja at senda fótbólt og var Jimmy Hill við til allar týðandi kappingar frá 1966 til 1998. Tað var eisni hann sum fann uppá at brúka serfrøðingar í sjónvarpsstovuni. Tað var í hesum tíðarskeiðnum at hann gjørdist fólkaogn.

Í 1975 møttust Coventry City Football Club og Jimmy Hill aftur. Hesaferð var Jimmy Hill formaður í nevndini og enn einaferð megnaði hann at seta dám á. Coventry var sum oftast í niðurflytingarvanda og tey 34 árini teir vóru í bestu deildini, var tað meira enn 10 ferðir at lagnan var avgjørd á seinasta leikdegi. Ein slíkur lagnudystur var tað á seinasta leikdegi í 1976/1977 kappingarárinum. Coventry møtti Bristol City, meðan Everton og Sunderland spældu hin lagnudystin. Kravið var, at Coventry fekk fleiri stig enn Sunderland. Tað var nógv ferðsla hendan dagin og Jimmy Hill sá kjansin at útseta dystin 10 minuttir so allir áskoðararnir fingu allan dystin við. Tá tað í seinna hálvleiki frættist at Everton hevði vunnið 2-0, var tað nokk at Coventry fekk javnleik í sínum dysti. Støðan var framvegis 0-0, og seinastu minuttirnar lat Coventry bara bóltin trilla runt í verjuni. Jimmy gjørdist ongin hetja í Sunderland og gott 20 ár seinni noyddist hann at fara frá dystinum Fulham – Sunderland við politiverju. Bretar gloyma ikki slíkt.

Nakað av tí sum bretskur fótbóltur var kendur fyri í 80-num var trý-stigs skipanin. Har var avgjørt at javnleikur gav eitt stig, men vunnin dystur gav trý stig. Hvør mundi upprunin til hesa broyting? gita einaferð: Jimmy Hill. Tað var í 1981 at bretar løgdu um til trý-stigs skipanina. Tað er sjálvandi púra greitt, at ein slíkur megnarmaður sum Jimmy Hill sjálvandi hevur uppiborðið at fáa reist standmynd og tá hann er hetjan í Coventry, so stendur standmyndin sjálvandi best har. Nú er at vóna at tey í Coventry ikki lesa Norðlýsið, tí so er vandi fyri at tey reisa eitt 7 metur høgt trýtal til æru fyri hann. Men ivast teir í at seta eina bustu av Jimmy upp, so kunnu teir lata hann verða órakaðan, tí sjálvandi var Jimmy Hill fyrsti fótbóltsspælari í nýggjari tíð (1950-ni) sum rann inn á vøllin við skeggi.

Bolton vann 1-0 á Blackpool

Alt var betur fyrr, og í trýssunum var Blackpool eitt av teimum góðu liðunum í Englandi, teir spældu í 1. deild sum var besta deild tá, og sjálvt um teir ongantíð vunnu nakað, so er Blackpool kortini eitt av undangonguliðunum tá talan er um nýmótans fótbólt.

BBC byrjaði at senda sjónvarp longu í 1936, og gott ár seinni var fyri fyrstu ferð sjónvarpaður fótbóltsdystur. Hetta var vinardystur millum Arsenal og eykaliðið hjá Arsenal. Hetta at sjónvarpa fótbólt var tó ikki nøkur succés, so tað var bert FA-cup finalan og árligi landsdysturin millum England og Skotland sum blivu sendir. Tá bar ikki til at senda beinleiðis, so dystirnir vóru vístir um kvøldið.

Í 1955 vóru ljósannleggini so góð, at til bar at spæla fótbólt á kvøldi og samstundis taka upp til sjónvarp. Tá byrjaði Europa Cup og kappingarneytin hjá BBC, ITV sá møguleika at vinna hyggjarar við at sjónvarpa fótbólt. BBC svaraði tó beinanvegin aftur og næstu árini vóru sendingar so sum “Match Day” o.a. har til bar at síggja brot úr dystunum. Hetta minnir ikki sørt um sendingina 3-2 hjá Kringvarpinum.

Í sekstiárunum var sjónvarpstøknin vorðin so lagalig, at til bar at senda beinleiðis sjónvarp uttanfyri sjónvarpsstovuna. Hetta gjørdi stjórin á BBC2, Sir David Attenborough, sær dælt av og fór at senda snooker beinleiðis. David Attenborough og onnur sóu stórar møguleikar at sjónvarpa beinleiðis fótbóltsdystir til hyggjarnar, og enn einaferð gekk ITV undan. Teir gjørdu sáttmála við enska fótbóltssambandið um at sjónvarpa beinleiðis. Ætlanin var at varpa út 26 dystir gjøgnum kappingarárið, og var fyrsti beinleiðis dystur sendur leygardagin 10. september 1960 kl. tíggju minuttir í sjey, tá Blackpool møtti Bolton. ITV sendi beinleiðs frá endanum av fyrra hálvleiki og allan annan hálvleik. Sum tit nokk longu vita, so vann Bolton 1-0.

Fótbóltsfeløgini dámdu illa at dystir teirra vóru varpaðir beinleiðis í sjónvarpinum. Tey stúrdu fyri at áskoðarnir fóru at sita heima og at hetta fór at gera enda á fótbóltinum. Arsenal og Tottenham noktaðu ITV at senda og so var henda avtala strika. Men nú var skriðan lopin og tað gekk ikki long tíð, so var aftur farið at senda beinleiðis sjónvarp. Tó hevur tað í Englandi verði so at dystirnir leygardag kl. 15.00 ikki verða sendir beinleiðis. Hesir dystir verða tó sendir beinleiðis í Føroyum, og tað er mangur maður sum situr klistraður til skermin leygardag seinnapart.

Tað sum veruliga hendi var tó júst tað mótsatta av forsøgnunum hjá Tottenham og Arsenal. Fólk tysjaðu til dystirnar, samstundis sum fleiri nýttu høvi at sita heima og hyggja eftir sjónvarpinum. Í dag hýsa størstu leikvallir yvir 70.000 áskoðarir og fólk ferðast langvegis frá at síggja dystirnar. Fótbóltur er big-business og størsti partur av inntøkuni í dag eru sjónvarpsrættindi og søla av troyggjum o.l.

Í Føroyum verða bert landsdystir og steypafinanalan sjónvarpaði beinleiðis. Samandráttir av dystunum í Vodafonedeildini eru í sendingini 3-2 mánakvøld. Støðan í 1. deild, har 07-vestur spælir er tó betur. Aldursforsetin TB er fari at senda beinleiðis av Sevmýru gjøgnum internetið. TB-studio vísti dystin TB-KÍ og avoyggjasuðringar kunnu nú fylgja við liðnum hjá sær óansæð hvar í verðini teir eru staddir. Nýmótans tøkni er bæði løtt at brúka, bílig at keypa og góðskan er góð. Tað er væl bara ein spurningur um tíð inntil 07-Vestur fer at varpa dystir sínar beinleiðis á netinum. Hetta kann verða felagnum at gagni, tá tað ber til at økja um áhugan fyri felagnum og kann hetta verða við til at fylla setrini niðri á plenuni í Sørvági.

Góðan dyst

(Hetta er blogga til dystarskránna hjá 07-vestur 1. mai tá teir spældu móti TB)

Bjálva okkum køld

Tað einasta skilagóða er at bjálva húsini. Hetta ger, at vit hita umhvørvið minni upp og hita búskapin meira upp. Hetta við búskaparhiting er fyri tíðina so skilagott, tí beint nú er búskapurin kaldur.

Tað margháttliga er, at meðan búskapurin var heitur, var bert ein ætlan til upphiting av búskapinum løgd fram og samtykt. Hevði tingið havt rygg til at staðið við egnar avgerðir, vildu 80 røsk fólk nú grivið grót úr Skopunarfirði og harvið hita okkum búskapin.

Nú búskapurin er kólnaður, verður arbeitt av makt at fáa tiltøk sett í gongd at hita upp við. Landsstýrið hevur brúkt bara eitt heilt ár til at úttonka ólavsøkupakkan og sjálvt um tað nú er krav at tey fólkavaldu brúka head-sett tá tey arbeiða, so kann tað meira enn so henda seg, at ólavsøkupakkin liggur óútpakkaður jólaaftan. Kanska endar hesin pakki á nýttársbálinum.

Danir, sum eru í gongd við at seta kreppupakka 5 í verk, gjørdu eina upphiting, sum snúði seg um at umvæla gomul hús. Hetta hitar so deiligt, tí nógvir menn mugu arbeiða handaligt arbeiða, tí gomul hús eru bæði skeiv og illa bygd. Vit vilja sjálvandi eisini hava okkara renoveringspulju og tí var tað gott at landið eigur ein grunn, sum í 25 ár ikki hevur havt tað stóra at gera. Gamaní, kundi grunnurin langtsíðani havt bygt góðar íbúðir til tey eldru og onnur sum trongja til at leiga eina íbúð. Men politiska skipanin hevur við vilja valt at goyma henda húsalánsgrunn til verri tíðir og tað er nú.

Nú skal hesin góði grunnur bjálva hús. Í pakkanum verður vakurt skriva:

Endamálið….er at fáa Húsalánsgrunnin at virka aftur til fulnar sum eitt bústaðarpolitiskt amboð hjá politisku skipanini at røkka ymsum samfelagsgagnligum málum, ið ikki verða rokkin undir vanligum marknaðarfortreytum á bústaðarmarknaðinum.

Um nakar skilir handan tekstin, so vinarliga gev boð. Vit onnur mugu nú tyggja eitt sindur uppá hetta.

Men hepni er við okkum, meira tekstur er at lesa.

Í dag snúgva fremstu politisku málini á bústaðarmarknaðinum seg um orkusparing og alternativa bústaðarbygging.

So vita vit tað.

Hvat ger so hesin grunnur á ómarknaðarliga bústaðarmarknaðinum, har fríu marknaðarkreftirnar ikki ráða. Jú grunnurin ætlar at lata pensjónistar fáa lán til at bjálva húsini. Men so er spurningurin. Eru hús hjá pensjónistum ikki umfata av marknaðarkreftum. Hmmm, omma í Dalagøtu hevur næstan liebhaveradressu. 900 fermetrar av grundøki mitt í býnum og stór sethús við útsýni yvir allan nólsoyarfjørð. Fær omma so bjálvingarstuðul tí marknaðarkreftirnar ikki eru galdandi á Dalagøtu. Omma kundi væl farið í EIK og biðið um realkredittlán við fastari rentu og avdráttarskáa. Hon kundi so bjálva sær húsini og leyp eitt sindur av, so kundi stakittið fingið eina yvirháling eisini.

Ikki nokk við tí, Húsalánsgrunnurin skal eisini víðka virksemi so líðandi. Tá ómarknaðarligir pensjónistar hava fingið ómarknaðarlig stuðulslán, so er tíðin búgvin, at øll onnur eisini skulu sleppa at læna. Nú skrivar ólavsøkupakkin

Marknaðurin fyri lagalig orkulán eru 20-30 ára gomul sethús og eldri, sum ikki eru væl bjálvað og orkusparandi í aðrar mátar.

Fyrr var illa, víðari stendur

Her liggja stórir ónýttir møguleikar fyri virksemi í byggivinnuni, tí veðskuldin í hesum partinum av sethúsamarknaðinum er lítil. Lagalig lán til orkusparandi tiltøk er tí ein góð íløga hjá hesum sethúsaeigarum.

Ha, les hatta tvær ferðir. Okey, óbjálvaði sethús við lítlari veðskuld eru tey røttu at bjálva. Ja, tað er logiskt at óbjálvaði sethús kundi verði bjálvaði betur. Men hatta har við lítlari veðskuld!!!, hmm, eru vit nú aftur inni á ómarknaðarligum marknaðarkreftum. Sethúsaeigarir við ongari skuld og køldum húsum hava brúk fyri at fáa stuðulslán frá húsalánsgrunninum. Javel. Tað einasta fornuftiga eg síggi í tekstinum er endin, ein góð íløga hjá hesum sethúsaeigarum. Ja tað vildi eg meint.

Um so er at niðurgoldin sethús hjá vælhavandi fólkið, sum allarhest kundi verði seld á marknaðinum til marknaðarprís nú ikki fáa allan stuðulin, so ætlar húsalánsgrunnurin at veita lagalig lán til alternativar bústaðir til tey sum ikki eru maður, kona og børn við høgari inntøku og tveimum akførum í túninum við servaldum nummarplátum.

Nú tosa vit knappliga. Tað ber sjálvandi als ikki til, at marknaðurin sær nakran møguleika við at byggja leigubústaðir í hóskandi støddum til pensjónistar, lesandi, brekaði, stakar uppihaldarar og onnur.  Hví eru ongir alternativir bústaðir longu nú. Hvat er tað sum ger at marknaðurin ikki hevur funnið hetta gullegg.

Í fleiri ár hevur ein ætlan verði í Tórshavn um at bygt slíkar alternativar bústaðir. Trupuleikin er bara, at tá ein leigar bústað, so ber ikki til at fáa MVG endurgoldið av byggikostnaðinum. Heldur ikki fáa tey sum leiga rentustuðul.  Tað einasta sum kundi byggjast, vegna avskeplaðar stuðulsskipanir, vóru sethús og eigaraíbúðir. Í trýati ár hevur landið sett marknaðarkreftirnar skák og mát, og nú landið ruddaði borðið, var úrslitið bara ein nýggjur variantur av skák og mát.

Ynskir man veruliga at fólk skulu bjálva húsini og nýta lágorkutøkni annars. So hevur landið møguleikan at leggja avgjald á eitt nú olju og streym. Harumframt kann landið lóggeva, at nýbygd hús eru rætt bjálvaði og væl bygd annars. Um landið eisini fegin vil, so ber til at veita orkuráðgeving í eitt tíðarskeið.

Húsalánsgrunnurin, væntar man, fer at læna 160 milliónir út í 2010 og 2011. Hetta sigur landið fer at stimbra búskapin í ovurmát. Ein góður fjórðingur av ólavsøkustimbrinum í 2011 kemur frá at lata tey gomlu bjálva við lagaligum stuðulslánum.

Tað sum er áhugavert, er at fólk høvdu kortini bjálvað og umvælt sær hús í 2010 og 2011. So spurningurin er, hvussu nógv nú koma aftrat í gongd at bjálva.

Í Danmark hava tey nú funnið útav at helvtin av teimum sum fingu lagalig lán, annars høvdu brúkt marknaðin til at fíggja sínar umbyggingar. Er sama galdandi í Føroyum, so stimbrar húsalánsgrunnurin ikki tað stóra, tí nú stimbrar hann bara ein áttandapart av ólavsøkupakkanum og ólavsøkustimbri er tískil munandi minnið enn mett er og harumframt er stimbra skeivt. Betur var um stimbri fór til okkurt annað stimbrandi endamál.

Ein skortlitt kúgv

Læs á bloggu hjá Turið systkinabarninum at tey høvdu vitjað viðarlundina á Selatrað. Hennara svenski sjeikur hevði spurt um hví trø ikki vaksa í føroyum, uttan í innhegnaðum viðarlundum.

Føroyar er ikki eitt natúrligt skógland, men vit eiga eitt føroyskt træ, ein føroyskan píl. Eg havi ongantíð sæð hendan píl, so eg kann ikki siga annað at eg haldi at talan er um ein runn, sum minnir um lyng.

Trø vaksa væl í føroyum, og tey kunnu gott brúkast til mangt og hvat, eitt nú sum gólv í listaskálanum, ella sum tilfar til listarligt arbeiði hjá dreygarum og øðrum. Skulu trø vaksa, so mugu tey fáa hjálp. Størsta hóttanin móti trøðunum er seyðurin í føroyum. Hesin seyður etir trøini, og sostatt doyggja tey. Seyðurin etur eisini so nógv annað, so Føroyar hevur ein nokkso langan reyðlista av hóttum plantusløgum.74 plantusløg komu á reyðlistan seinast, harav vóru 3 útdeyð. Eisini 54 fuglasløg eru á reyðlistanum harav 2 eru útdeyð. Ongin súgdjór eru nevnd og heldur ikki eru økir nevnd. Nú var eg kanska í so skjótur at geva seyðinum skyldina fyri at vit hava so langar reyðlistar í føroyum, tí tað er rætt at tað er ikki bara seyðurin sum hevur skuldina. Størsta partin av skuldini hava vit sjálvi.

Sum eitt egið land, við einum løgtingið og einum bispi og einari drotning, so hava vit eina skyldu mótvegis okkum sjálvum og allari verðini at vit gera okkara til at varðveita tey plantusløg og djórasløg sum eru serføroysk. Tað skuldi eisini verði ein stoltleiki at kunna vísa á, at vit hava okkara egnu rasur innan súgdjór, fugl, fisk og plantur.

Føroyska fyli er hótt. Hetta framgongur ikki av reyðlistanum hjá Føroya Nátturðugripasavni, men tað er almenn vitan at føroysk ross eru fá í tali og spurningurin er um vit longu eru ov sein at bjarga føroyska rossinum. Kanska var sendingin hjá Søren Ryge um rossið ein nekrologur, heldur enn ein heiðran av teimum eldsálum sum stríðast against all odds.

Eisini er føroyska dúgvan hótt. Ikki tí hon er illa fyri akkurát, men tí at nøkur heilt fá hava innflutt fremmandar dúgvur sum dáma væl at fjasast við føroysku dúgvurnar. Eitt alment forboð móti dúgvuhaldi kundi loyst trupuleikan. Tað eru nú fleiri harrans ár síðani at fuglafrøðifelagið bað politisku skipanina um at fáa málið loyst.

Tað eru nakrar plantur sum eru á reyðlistanum vegna seyðabit, men tað ber ikki til at gera økir har hesar plantur kundi trivist. Ein “faroese national park ” átti at verði stovnað har seyður onga atgongd hevur.

Eg nevndi í áðni at tað er ein skylda og ein stoltleiki at varðveita síni heimligu rasur av djórum og plantum, men tað er eisini av týdningin at varðveita hesi genir, tí júst okkara rasur eru tillagaðar føroyska veðurlagið og tær umstøður sum her eru. Fyri reiðfólk, er tað aðrir eginleikar sum hava týdning, eitt nú komfortin. Men fyri tað um føroysk ross eru ókomfortabul, so hava tey kanska serligar eginleikar til at tola sjúku, eginleikar sum aðrar rasur kanska ikki hava, og tí er tað týdningarmikið at kunna goyma hesar eginleikar til møguliga framtíðar nýtslu. Eisini ferðavinnan vildi havt gleði av at kunna vísa fram føroyskar rasur. Í bretlandi havi eg vitjað støð har arbeitt verður við at varðveita og nøra gomul bretsk húsdjórasløg.

Landið eigur mestu jørðina í føroyum, og tí skuldi tað ikki verði nakar trupuleiki at onkur bóndagarður har mjólkakvotan er seld kundi verði umskipaður til tjóðargarð og tað er als ongin trupuleiki at tjóðargarður føroya ikki er staðsettur í Tórshavn, men á økið har ein slíkur stovnur vildi kunna bjóða trygg góð føroysk arbeiðspláss til tey sum búgva har. Útoyggjafelagið kundi passandi bjóðað seg framm at hjálpt til at stovna hendan tjóðargarð, so fingu vit bæði bjarga okkara húsdjórum og skapt virksemi í útjaðaranum. Pengar sigur onkur, men tað er ongin trupuleiki. Landið ætlar at brúka 9 milliónir árliga til at marknaðarføra Føroyar, men vit hava eina ferðavinnu, og hon dugur nokk munandi betur sjálv at marknaðarføra seg og ferðavinnan vildi verði glað við, um h0n eisini kundi selt djóragarð føroya til útlendingar. So eg vil skjóta upp, at landið heldur enn at geva vinnuni stuðul, fer at brúka peningin til at stytta okkum reyðlistan.

Kúgvin, ja um hana kann man bara siga, ein skortlitt kúgv…eina løtu aftrat. Síðani syngja vit “Ongin skortlitt kúgv við garðalag, stendur har og beljar”

Gráa gullið glitrar

Fyri stuttum kom uppskot til nýggja eftirlønarskipan. Hetta er eitt tað størsta inntrivið í privata búskapin seinastu árini. Um ikki tað størsta yvirhøvur. Tað kann tí tykjast løgið at tað valdar fullkomin tøgn um uppskotið.

Tann frágreiðing sum er løgd fram er ikki fullkomin. Hon er tvørturímóti ófullkomin. Tað er bara frágreiðing um eina møguliga loysn. Ongin onnur loyst verður viðgjørd og har er ongin frágreiðing um nøkur onnur loysn er møgulig. Har vænta nógvar frágreiðingar og er frágreiðingin tí onki annað enn eitt gott upplegg til kjak. Men kjak er onki.

Fyri nøkrum árum síðani læs eg eina góða bók um makt. Bókin æt “Magtens bog” og var hetta ein gjøgnumgongd av  10 mátum at brúka og misbrúka makt. Bókin var skemtilig og tí var hon løtt at lesa og framvegis minnist ein okkurt av tí sum í har stóð. Uppskotið um nýskipan av eftirlønini fellur væl inn í ein av maktskúlunum. Heldur enn at tiga ting burtur, so sigur man bara ivaleyst og nógmikið. Frágreiðing um nýskipan av eftirlønini er tekniskt, har eru nógvar útrokningar í og tað krevur nærlagni, góða tíð og áhuga at seta seg inn í tilfarið. Harumframt sakar tað ikki um tú frammanundan hevur forhondsvitan innan øki.

Tað er tí fullkomiliga eydnast myndugleikunum at tippa fjølmiðlarnar. Fjølmiðlarnir hava bert havt stutta frágreiðing um framløguna og hildu mikrofonina upp í nøsina á landsstýrismanninum. Tað sindri av fólki sum hevur sagt sína meining hevur ein stóran trupuleika. Antin verður tað bert ein stutt viðmerking, eini 100 til 400 orð. Ella verður ein noyddur at biða um pláss á einari heilari opnu, tí tað kann verða rúgvismikið at gjøgnumganga uppskotið. Er greinin so rúgvismikil er tað bara tey fægstu sum bæði megna at lesa og skilja tekstin.

Tað er ongin sum er ímóti at skipaði eftirlønarviðurskifti verða í framtíðini. Men tað er ongin kjansur at samfelagið er klárt í november, tá ætlanin er at leggja uppskotið fyri løgtingið og samtykkja tað.

Tað er tí at fegnast um, at felagið Samtak hevur sett sín egna arbeiðsbólk at gjøgnumganga uppskotið um nýskipan á eftirlønarøkinum og vónandi megnar Samtak at koma við viðkomandi viðmerkingum.

Sjálvur havi eg sitið og smároknað uppá uppskotið. Ein fyribils niðurstøða er, at uppsparingin er so ógvuslig, at láglønt koma at tjena meira tá tey fara á eftirløn. Hetta er ikki í tráð við hugsanina um at nýtslan er størst júst tá familjan setur búgv og fær børn. Uppskotið hevur tí eftir mínum tykkið eina slagsíðu her.

Ein onnur niðurstøða hjá mær er, at eftirlønarskipanin fyri alt í verðini ikki má virka arbeiðstálmandi. Eg haldi at framlagda álit í alt ov stóran mun er arbeiðstálmandi. Pensjónistar fara ikki at tíma at arbeiða, tí skattur og mótrokning tekur tað mesta. Eg vildi skotið upp at umhugsað vóru loysnir sum gjørdu tað hugaligt at arbeiða, sjálvt um ein var farin av 70.

Ein triðja niðurstøða hjá mær er, at ongin hædd er tikin fyri at tað verða 2000 færri børn í samfelagnum í framtíðini. Tað er umleið 100 pr. árgang. Hetta skal eisini takast við í “forsyrgjarabyrðuna” sum er børn + gomul. Ein møguleiki at økja um arbeiðsstyrkuna er eisini at umhugsa at lata børn byrja í 1. flokki sum 6 ára gomul. Hetta styttir útbúgvingina við einum árið og minkar harvið um forsyrgjarabyrðuna og økir um arbeiðsstyrkina.

Eitt fjórða niðurstøða hjá mær er eisini, at uppskotið frátekur okkum borgarum alt ov nógva fríheit. Tað virkar sum um vit eru sett í spennitroyggju. Tað eru nógvar lívsleiðis at ganga og fyri nøkur er skilagott at ganga aðrar leiðir enn tann sum uppskotið leggur upp til. Fyri nøkur er ongin orsøk at hava lívstrygging, fyri onnur, er hjúnabandsstøðan kanska soleiðis at bara annar tjenar pengar inn, at tað kanska er stórur aldursmunur í parinum ella at ein er sjúkur og harvið hevur stytta livitíð. Fyri nógv av hesum virkar tað fullkomiliga skeivt at spara 15% av lønini upp til eftirløn + 3,5% til samhaldsfasta eftirlønargrunnin.

Eg kundi nevnt fleiri onnur ting, men lati tað liggja nú. Mín niðurstøða er, at tað má verða møguligt at finna eina betri “semju” enn tann sum nú liggur á borðinum.

Syngja sosialrealistiskar sildavalsar

So fór Ólavsøkan framvið. Tað eydnaðist at verða á karusellini eina løtu. Veðrið var ivasamt, men tað eydnaðist at royna Skálatrøð og fingu børnini eina stuttliga stund har. Ólavsøkan sá út til at verða væl úr hondum greidd, og tær broytingar sum eru, eru til ta betra. Skálatrøð var royndarkoyrd í ár, og onkrir batar skulu verða til næsta ár.

Eg var so heppin at verða einsamallur heima ólavsøkudag kl. 13, og tí setti eg meg væl til rættis frammanfyri sjónvarpið at síggja og hoyra løgmansrøðuna. Tað var tærnakrympandi pínligt at hoyra eina so forfloskaða røðu uttan nakað mál og mið. Løgmaður er eisini byrjaður at gera leysar pástandir til ævigar sannleikar, hann er byrjaður at finna heilt perversar orsøk – úrslit samanhengir og hevur ein tann óvanan at nærlesa tekstin, var tað í støðum heilt komiskt. Niðurstøðan er tó syrgilig. Tað er ikki Tinghúsveg 1 vit skulu seta okkara álit á.

Skal ein so seta álitið á tey ungu?
Aftaná pínligheitirnar á Tinghúsvegi 1, var blóðtrýsti høgt. Í vreiði tók eg ólavsøkuskránna og lat eyguni leita ígjøgnum skránna. Mín sann, kl. 19 var øsingarmøti á Doktaragrund. Unga Tjóðveldi skipaði fyri. Ja, tá eg ikki longur setti mítt álit á Tinghúsveg 1, var tað væl ein gongd leið at leita til tey ungu. Eg var eisini so uppøstur, at eg umhugsaði at konvertera til republikanara og so var upplagt at fara á øsingarfund. Øsingarfundurin var nú ikki so øsandi hóast alt. Tað var 1 tími og tey sum tosaðu vóru nú heilt skilagóð. Má nú kortini viðganga at eg finni tjóðveldisfólkini eitt sindur komisk og bláoygd. “Decleare independence now” sang Bjørk og tjóðveldisfólkini eru púra samd við teimum báðum fyrstu orðunum. Men “NOW” hmmm, nei har skal líka ein skiftistíð til, ein hvít bók og so eru øll hini so keðilig. Í øðrum støðum har arbeitt verður fyri loysing hevur “NOW” fremri raðfesting enn “HOW”.

Ein av røðarunum var Sonja Jógvansdóttir. Sonja fær sína løn fyri at virka sum partisanur hjá teimum lágløntu fakfeløgunum. Og partisanur, ja við lít. Hon helt eina friðarliga røðu, men sum hon skeldaði okkum út. Høvdu vit víst reyv aftaná, so vildi Reyn verði ein samling av bláum reyvum. Sonja vísti á, at tey veiku eru seigpínd seinastu árini. Tað er Tinghúsvegur 1 sum tekur frá teimum sum frammanundan onki hava. Bíbilskt korrekt sambært Markus evangelisti, so onki problem, ha. Jú stórt problem, tí vit tosa um at samfelagið eirindaleyst tekur frá teimum sum frammanundan hava ov lítið at lata, soleiðis at tey sum hava nakað at lata sleppa undan. Vit tosa kanska um 10.000 sálir og tað er yvir 20% av samlaða fólkinum sum her býr. Sonja vísti á, at ikki bara verður grivið undan sosiala soklinum, men hetta hendir uttan at mótmælt verður. Tað er ein skylda hjá teimum sum vita, at greiða frá, men í alt ov stóran mun tiga tey, sum kunnu siga frá. Tøgnmentanin tá hon er ringast.

Tað var gott at avreagera saman við teimum ungu. Dundurtalan frá Sonju Jógvansdóttir gav einum okkurt at hugsa um, men nei, republikanaravegurin var ikki gongd leið. Men uden mad og drikke og klokkan var farin av átta. Ein taxabil bleiv tað til, til tey sum hava og gjarna lata burturav. At vitja góð vinfólk er altíð gott og gestablídni var eisini gott. Men nei, Tinghúsvegur 1 var óálítandi, tey ungu vóru ov øst, so best var at leita ráð frá teimum gomlu.

So savnaðist fjøldin á vaglinum og klokkan slerdi 24. Felagssangurin á vaglinum er nakað eg havi deildar meiningar um. At syngja er fínt, men tað er so nógv kitsch yvir felagssanginum at hann er bæði andstyggiligur og dragandi í senn. Fyrstu tíðina aftaná at eg fann felagssangin helt eg hetta verða fantastiskt. Eitt fult Vagl av syngjandi fólki. Seinni helt eg hetta verða ov statsligt, ov innantómt og bólkapressandi, at eg helt meg langt vekk. Seinnu árini eri eg aftur á Vaglinum um midnáttina. Nú hugni eg mær við at tralla og fjolla, hyggja eftir hinum og spekulera yvir hvat tað er sum er so gott. Tað sum veruliga øsir meg, eru sangirnir. Sangirnir eru uttan undantak gamlir. Teir eru yvirdrivið hálovandi einari farnari tíð, sum allarhelst aldrin hevur verði til. Sangirnir eru, tá teir eru ringastir, rasistiskir, sexistiskir, nationalistiskir og heimføðisligir. Í besta føri skemtiligir og bláoygdir, men at taka teir í álvara, nei takk.

Vit syngja bara um raskar menn. Raskar menn sum gera slíkt sum vit halda at raskir menn gjørdu fyrr. Teir fiska, teir eru í bjørgunum, teir eta góðan føroyskan mat og eini tvey trý roysni syngja vit eisini um.

Vit leggja kanska ikki til merkis at happing og bólkatrýst er í sanginum “meg minnist úr gømlum søgum” At teir sum ikki tora at klatra út á tær smølu eggirnar verða happaðir, men teir sum tora og kortini detta oman eru rættar hetjur. Løtu seinni syngja vit annan sang og nú dámar okkum ikki útlendskan mat, vit syngja eisini um at útlendingar skulu ikki ditta sær at finnast at okkum. Tað ringasta er at syngja um hesar røsku garparnar. Ein teirra er komin til árs, men hann eigur bara koyggjuna hann svevur í, hví spyrji eg. Hevur hann drukkið pengarnar upp, er konan farin frá honum, hvat við børnunum. Hví spardi hann ikki upp meðan hann kundi. Ein annar garpur er so óførur at hann fer til útróðrar sum smádrongur. Púra einsamallur. Vónandi hevði hann bjargingarvest. Seinni í sanginum verður avdúkað at hann hevur eina frillu í Aberdeen, men tað var so sum so. Í sanginum er frillan ein gella, tí hon narrar hann. Men vit vita ikki um hon er vorðin við barn og hann rýmir frá ábyrgdini. Seinni fer garpurin raski at sigla millum lond. Heilt til Singapore kemur hann, men so hendir tað ótrúlgia løgna, at hann møtir føroyingum har. Hvat ger man so. Jú man drekkur seg frá sans og samling, har fór mangt glasi í sor syngja vit. Aha, ordiliga skeg og Vaglið smílist alt sum tað er. Men hvat er tað fyri ein óskikkur at bróta gløs og drekka seg frá sans og samling. Ikki nokk við tí, garpurin stingur av, fer av skipinum hjá sær og fer heim til mammu sína. Fór hann nú av, ella er hann blakaður av. Brótað messuna sundur ti man sær ein føroying í Singapore, tað er nokk orsøk at blaka mannin av. Heimafturkomin fær mamman ein kjóla, so er alt gott aftur, hald vit. Kanska er tað sami garpur sum seinni syngur “Alt hann átti á fold var ein koyggja”

Einasti sangur sum er víðskygdur er “Eins og áarstreymur rennur”. Nú syngja vit um villar víddir, forvitni og sømiligan atburð. Tá tað gerst myrkt, fara vit í tjaldi og nei, vit fara ikki í tjaldi at gera høm, nei vit fara at sova, tí vit ætla okkum tíðliga upp morgunin eftir. Ein hampasangur er hetta. Hesin áarstreymasangur livir tó eitt løgið lív. Hann er fastur veitslusangur og tað er ikki frítt at snapsur verður skonktur og ballið fer í hægri gervi tá áarstreymurin ljómar. Hví tað at syngja um at fara at edrúur í song er eitt hitt til eina og hvørja veitslu skilji eg ikki. Eins og áarstreymur rennur er slagsangurin hjá avhaldsrørsluni.

Listinlærdur letur listina úr

Nú komið er á hægsta summarið og bara 5 dagar eru til tann stóra felagssangin á Vaglinum er ein onnur tjóðarsavnandi høgtíð fyri. Talan er um G!-festival sum fyrigongur í Syðrugøtu. Nú er tað so at unnustan er úr Syðrugøtu og so hepnaðist tað so væl at eg og Aron vóru her heima einsamallir.

Hvat ger man so tá ein hevur summarfrí og hevur ein skjótt 2 ára gamlan dude uppá sleip. Eitt er so vist, vit fara tíðliga upp, ordiliga tíðliga upp. Tað er einfalt, Aron vaknar og vil hava okkurt innanborða beinanvegin. Hansara smáu fet tuska runt íbúðina og inn í sovikamarið. Skjótt gongur og so kemur ein lítil barnahond upp til andlitið, leitar eina løtu og finnur eitt oyra. So er bara at hála og soleiðis hevur tað gingið fyri seg í eina tíð. Eg fái oyrafikur og Aron fær morgunmat.

Besta undirhald hjá smáum børnum er at koyra elevator. SMS hevur 3 elevatorar og eru vit á Trapputrøðni, so gongur tað fyri seg. Fyrst tann gamla gráa við Miklagarð, so tuska vit yvir til vesið, har ein nýggjari elevator lyftir okkum upp á triðju. So allan vegin yvir til apotekið har ein nýggjur elevator er settur upp. Hesin er grønur, tí hann hevur ein asymetriskan power disk, sum ger at ferðin verður gjørd við minst møguligari orkunýtslu. Vit drøna niður á 0, koyra uppá 1, fara so einaferð enn uppá 1 og so niður á 0. Benjamin dugur nú at skyna tølini upp til 12, og hevði klokkan verði meira rúmlig, so dugdi hann nokk eisini longur enn tað. Aron er nakað aftanfyri, men tað er ikki frítt at elevatorskúlin longu hevur lært hann okkurt. Hann trýstir á “eitt”.

Tað var ikki elevatorar eg skuldi hugleiða um, men list. Tá man er tíðliga uppi er ikki nógv at gera. Bókasavnið letur upp kl. 10 og handilslívið alt letur eisini upp tá. So vit báðir høvdu eina stund niðri í miðbýnum í dag kl. hálvgum tíggju. Tað var so bara eitt at gera og tað var at sníkja seg inn á snarskivuna at vita hvat sølfirðingurin OGGI nú hevði funnið uppá. Flott sá tað út og hugskotið handan skuggamyndir var áhugavert. Men serliga eitt verk var meira áhugavert enn hini. 5 malagrót í beinari linju og so ein telefonpelastubbi upp eftir enda. Stubbi er nakað nógv sagt, longdin var um 100 til 120 cm. Vit skoðaðu verkið og so fór man at hyggja eftir skuggamynd 2 til 5. Aron var nú mest til at renna runt og einaferð var eitt drøn. Skuggamynd I var ikki til longur, pelin var koppaður og hevði í fallinum skumpa tað eina malagrótið úr linjuni. Sá meira út sum eitt amputera hamar og segl. Eg havi ta meining at barnalótir skal man ikki verða flóvur av, so eg setti eitt smíl á varrarnar, men starvsfólkið í Snarskivuni hugdi bara vekk. Kanska var tað ætlanin við listarverkinum at ein skuldi koppa pelan, tendra blendaran og siga kokkulárakó á einum beini, nei eg veit ikki. Tá løta var farin reisti eg pelan aftur og flutti malagrótið í beina linju.

Hetta fekk meg at hugsa um aðrar hendingar innan listaheimin. Einaferð vóru eg og 2 vinmenn farnir á Louisiana í Humlebæk at njóta nýmótans list. Louisiana er eitt spennandi savn og ein fær veruliga roynt seg. Landsløg eru ongin av, eitt málarí eitur MONOBLUE og er blátt. 120 * 80 cm blátt. Hetta var ovboðið fyri tann eina vinmannin hjá mær og messaði hann eiðir yvir MONOBLUE, MONOGOLD og annað lort sum var skapt uttan at listarfólkið hevði sveitta so mikið sum ein dropa. Bíligt skrambul tað heila. So hvørt sum vit gingu gjøgnum savnið, so østist hesin meira og meira. Hann byrjaði beinleiðis at verða hóttandi yvirfyri listarverkunum og vit fingu kompaní. Ein kustoda gekk diskret nakrar metrar aftanfyri okkum. Louisiana er eitt upplivilsi, men veruliga listarverkið tann dagin var fylgisveinurin.

Um Tóroddur Poulsen hevði eina ætlan ella ikki, veit eg ikki. Men Listasavn Føroya royndi seg eisini við hesum nýmótans kunstinum og vit løgdu enn einaferð leiðina framvið. Ikki heilt sama kompaní sum á Louisiana, men ein annar listaelskari sum heldur at nýmótans list er gjørd uttan at sveitta. Í kjallaranum var ein instalatión sett upp. í miðjuni stóð eitt sjónvarp og har var Tóroddur og hann segði “bla bla bla” og onki annað. Hetta var dropin, listaelskarin føldi at her mátti okkurt henda og nú var tíðin búgvin at bjarga mannaættini. Sum ein annar superman fleyg hann afturum listarverkið, fann kontaktina og hálaði stikkið úr. “bla bla bla” tagnaði og tað var ikki  frítt at man líkasum hevði hug at erpast. Vit gera mótmæli juhuuu. Komin upp úr kjallaranum var farið beint til kaffistovuna og nú kundi list verða list. Nú skuldi drekkast. Men hesin her sløkkjarin var ikki heilt við uppá hetta. Hann hevði nokk yvirreagera í áðni. Hann smeyg sær oman aftur í kjallarin og smekkaði stikkið í aftur. Fann fjarstýring og so at klikka, men devulsettið, hann dugdi ikki at finna videokanalina og har fjumraði hann eina løtu. So var best at stinga av.

Niðurstøðan er væl, at tað snýr seg um at gerast eitt við listina, at smelta saman og harvið skapa enn størri list.