So vóru vit aftur við § 43, stykki 2 í stýrisskipanarlógini. Ongin útreiðsla má verða goldin uttan við heimild í fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg tá ávíst verður.
Stýrisskipanarlógin inniheldur nógv krút, millum annað skal ongin lóg í føroyum stríða ímóti altjóða avtalum sum vit hava gjørt, ella danir hava gjørt vegna okkum. Eisini er nógv spennandi um misálit og loyvi at varpa út tingfundir og loyvi at hava loyniligar tingfundir. Men alt hetta krútið er dýggj vátt, tí tað er bara knall í § 43 stykki 2.
Tað hava verði nógvar støður har § 43, stykki 2 hava verði orsøk til rumbul. Einaferð var tað ein mentamálaráðharri sum legði frá sær, tí í eina løtu, var yvirtrekk á einari kontu. Tá var so staðfest, at eitt null er ikki eitt null. Fyri stuttum mátti ein ráðharri leggja frá sær, tí viðkomandi hevði ikki hildið § 43, stykki 2 í áravís. Hesin vísti á, sum rætt er, at tað var meira regulin enn undantakið fyri øll landsstýrisfólk, at § 43, stykki 2 ikki bleiv hildin.
Tað var at vóna, at nú heilsumálaráðharrin mátti leggja frá sær, at tað fór at koma ein upprudding í hesum her við yvirforbrúk og at politiska skipanin lærdi eitthvørt av hesum. Seinastu vikurnar hava víst at politiska skipanin hevur ikki lært nakað av hesum, tvørturímóti er nú avdúka at politiska skipanin als ikki skilir hvat § 43, stykki 2 gongur út uppá.
Fyrst nøkur stutt orð um § 43, stykki 2 og nýtslu. Tað er roknskapurin fyri fíggjarárið sum avdúkar, um tað er yvirnýtsla á einari kontu. Hetta merkir, at tað ber til í árinum at hava yvirtrekk, so longi sum tú ikki hevur yvirtrekk við ársenda. Hetta ger t.d. at Rúsan ikki hevur yvirtrekk, sjálvt um Rúsan skal hava yvirskot og tað verður ikki uppnátt fyrr enn í desember. Kringvarpið kann eisini gott hava undirskot í árinum, so longi sum talan ikki er um ovurnýtslu við ársenda. Fyri allarflestu stovnar og kontur á fíggjarlógini er tó galdandi, at pengarnir fara bara út. So tá nýtslan fer uppum játtan, so er talan um yvirnýtslu. Tí ber væl til at tosa um, at nú hevur Jacob Vestergaard meirnýtslu í samband við minstuløn ella sum sagt var, nú útgjalda vit ikki meir minstuløn, tí nú er játtanin uppbrúkt.
Tað var júst í málinum um minstuløn at Jacob Vestergaard vassaði so langt út, at tað var eitt bragd at hann megnaði at vassa innaftur.
Í stuttum er málið, at Løgtingið hevur játtað 24 milliónir kr. til minstuløn í 2009. Longu í vár, var avdúkað at hetta var alt ov lítið. Síðst í august er samlaða útgjaldið av minstuløn komið uppá 23,9 milliónir kr. Nú sigur Vestergaard at hann vil ikki koma í trupuleikar av § 43, stykki 2 og biður um at framtíðar útgjøld verða hildin aftur. Næstu tvær vikurnar verða krøv fyri yvir 2 milliónir kr. gjørt greið til útgjaldingar, men verða hildin aftur til játtan fyriliggur. Nú verður ein eykajáttanarlóg løgd fyri tingið har biðið verður um 18 milliónir aftrat. Trupuleikin er bara tann, at henda góða eykajáttanarlóg tekur upp til 10 vikur at avgreiða og nú byrjar andstøðan, pressan og fakfeløgini at rópa varskó. Hetta ber ikki til verður sagt. Send eitt fíggjarnevndarskjal til fíggjarnevndina. Eitt fíggjarnevndarskjal er ein express eykajáttan, sum bert tekur stutta stund av avgreiða, men er minniluti ímóti, so verður hon havnað. Nú er trýsti á Vestergaard so nógv, at hann avgerð at rinda fiskimonnunum sína minstuløn kortini. Hervið er Vestergaard nú sekur í at hava brotið § 43, stykki 2. Men var hann ikki longu sekur áðrenn?
Tað sum Vestergaard allarhelst finnur útav, aftaná at hava vassað ov langt út er fylgjandi: Hann hevur longu brotið §43, stykki 2, tá krøvini um útgjald verða staðfest. Harumframt hevur Vestergaard syltað útgjaldið av minstuløn og sendir hann fíggjarnevndarskjal til fíggjarnevndina fær hann tað aftur í høvdið við tí grundgeving at hann hevur longu brúkt teir pengar hann biður um. Hendir hetta, er tað knappliga skrivligt at hann er sekur í at bróta §43, stykki 2 og at hann syltar útgjaldið. Eykajáttanin kann fáa somu lagnu, at hon verður avvíst í fíggjarnevndini, tí peningurin er brúktur áðrenn biðið var um eykajáttan. Hetta ber eisini til at lesa seg til í § 43, stykki 2. Játtað skal verða áðrenn nýtstlan verður nýtt. Tað er tó Løgtingið sum atkvøður um eykajáttanarlógir, men keðiligt hevði tað sæð út, um álítið hjá fíggjarnevndini mælti til at atkvøða ímóti.
Vestergaard var vassaður ov langt út, og í vikuni sum fór, komu tíðindi um, at nú fór Vestergaard kortini at rinda út minstuløn. Umberingin var at annars kundi sjómenn reist sakarmál móti landsstýrinum og vunnið. Hetta vildi viðført at landsstýrið hevði havt enn fleiri útreiðslur og tí var skilabest at rinda, sjálvt um ongin játtan var.
Tað einasta skilagóða sum var sagt í hesum máli, tað segði Jacob Vestergaard sjálvur. Nú mugu vit finna útav hvat § 43, stykki 2 veruliga merkir og um tað ber til at afturhalda lógarfest gjøld til borgarin. Hetta vóru vísdómsorð, tí tað sær ikki út til at umsitingin veit hvat § 43, stykki 2 veruliga merkir og tað sær ikki út til at umsitingin er greið yvir hvat ein lógarbundin útreiðsla er.
Fyri tað fyrsta, so verður nógv tugt og tanla yvir hvat §43, stykki 2 merkir í veruleikanum. Ongin útreiðsla má verða goldin stendur, men merkir tað at tú kanst binda teg til útreiðslur?, neyvan. Tað merkir við øðrum orðum, at ongin útreiðsla má verða hildin uttan at játtan er og tað var júst tað sum hendi í minstulønarmálinum. Útreiðslurnar vóru hildnar, men ikki goldnar ella bókaðar. Fyri tað var nýtslan farin uppum játtan og tí var Vestergaard longu farin uppum játtanina tá umsóknirnar um minstuløn vóru viðgjørdar, sjálvt um bókhaldið segði nakað annað. Men bókhaldið er bert vegleiðandi fyri saldo og kann ikki lastast fyri at ikki øll skjøl verða bókaði.
Fyri tað næsta, so má ein meta, at útgjøld verða goldin eftir eini siðvenju. Í hesum málið merkir tað, at avrokna verður aðru hvørja viku, og tí skal Vestergaard hava ótrúliga góðar og sakligar grundgevingar fyri at broyta útgjaldssiðvenjuna. Tað vildi eisini verði góður fyrisitingarsiður at boða frá í góðari tíð at siðvenjan fór at verða broytt. So at halda útgjaldið aftur var at fara dekan ov langt hjá landsstýrismanninum.
Fyri tað triðja, so er ásetingin í § 43, stykki 2 um eykajáttan og at nýtsla ikki má verða farin fram áðrenn játtan verður latin, eisini verd at hyggja nærri eftir. Hetta at lata eykajáttan sjálvt um nýtslan er farin fram, er nakað sum hevur gingið fyri seg í áravís. Eg vónaði at Hans Pauli Strøm sakin fór at lýsa trupuleikan við eykajáttanum, men so var ikki. Kanska vassaríið seinastu vikurnar fer at birta undir kjak um evni.